Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein sera drukkin maður svam í Sandágerði. Fólk í grannalagnum varnaðust, at maðurin var sera fulla, og at honum tørvaði hjálp. Fóru tí oman og hjálptu honum í klæðini aftur. Men maðurin var so fullur, at tey vildu ikki lata hann vera einsamallan og boðaðu løgregluni frá.
Vaktleiðarin sigur, at talan var um ein útlendskan fótbóltsfjeppara, sum var komin til Føroya at síggja dystin millum KÍ og Lille, sum verður spældur á Tórsvølli í kvøld.
Men tá maðurin hvørki visti upp ella niður, so var hann tikin við á støðina, og hann hevur sovið í brummuni í nátt. Soleiðis fekk hann eisini hitan í seg aftur.
– Maðurin hevur ikki gjørt nakað ólógligt. Hann er tí latin leysur aftur í morgun, sigur vaktleiðarin.