Fullur maður órógvaði ferðsluna

Ein drukkin maður mátti sova rúsin av sær í brummuni

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan í Havn boð um, at ein fullur maður gekk og órógvaði ferðsluna í Steinatúni í miðbýnum í Havn.

Tá løgreglan kom á staðið vildi maður ikki siga, hvør hann var, og tað er revsivert ikki at upplýsa navn og bústað fyri løgregluni.

Maðurin varð tí handtikin og tikin við á støðina, har hann varð settur í brummuna at sova rúsin av sær, so hann kundi klárna eitt sindur og koma niður á jørðina aftur.

Hann varð leyslatin, tá hann vaknaði aftur – við eini bót fyri brot á skilhaldsreglurnar