Fyri nøkrum døgum síðani bórust tíðindini í fjølmiðlunum um, at danski forsætisráðharrin ikki vil skunda sær við at geva Føroyum grønt ljós við føroysku umsøknini um fullan limaskap í Altjóða Olympiska Sambandinum (IOC).
Orsøkin er sjálvandi bara ein ? ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum. Í heimsparti okkara, Evropa, kenna vit einki dømi - ikki eitt einasta - fyri, at eitt land uttan fullan suverenitet hevur fingið limaskap í hesum nevnda felagsskapinum. Nei ? heldur ei Skotland, Wales og Norðurírland, sum, eins og Føroyar, luttaka í altjóða fótbóltskappingum, kunnu hugsa um nakra olympiska viðurkenning. Hesi londini eru ? saman við Onglandi - partar av ríkinum, ið kallast Stóra Bretland. Og tað er bara Stóra Bretland, sum sendir eitt, og ikki fýra lið, til olympisku leikirnar (spurningurin er so, hvussu ein tjóskaparsinnaður skotskur ítróttarmaður, sum vinnur eitt gult heiðursmerki, hevur tað innast inni, tá ið viðkomandi verður noyddur til at hoyra ?God Save the Queen?, og ikki ?Flower of Scotland? ? sær til heiðurs, og renna ?heiðursumfar? við einum bretskum, og ikki sínum egna ? skotska - flaggi).
Sum nú er, hava Føroyar ongan sum helst rætt til at gerast limur í olympisku familjuni. Hví skal eitt hjáveldi (Føroyar) fáa undantaksloyvi, tá ið onnur (t.d. tey nevndu Skotland ella Wales, men eisini Baskaraland, Katalonia, Korsika, Montenegro, Grønland, Áland, tey russisku so-kallaðu ?sjálvstýrandi lýðveldini?, so sum Tatarstan ella Tjetjenia, og nógv, nógv hjálond afturat) undir ongum umstøðum kunnu fáa tað? Hví skulu danskir statsborgarar, búsetandi í Føroyum, leypa framav, tá ið donsk ítróttarfólk umboða eisini teir (sjálvt um eingin føroyingur er á danska olympiska liðnum) í Sydney,Salt Lake City ella hvar tað einaferð skuldi vera?
Og tí hava vit onga sum helst orsøk til at finnast at danska forsætisráðharranum. Anders Fogh Rasmussen hevði havt fullkomiliga rætt, bæði løgfrøðiliga og moralskt, við ikki at givið einum parti av danska ríkisfelagsskapinum (Føroyum) nakra tilsøgn um sjálvstøðugan limaskap ? forsætisráðharrin kann ikki gera nakað annað.
Men hvørjar forðingar við at fáa nevnda limaskapin hevur eitt land, ið vinnur sær fult politiskt frælsi? Svarið er greitt og einfalt ? ongar! Fyrst í nítiárunum blivu Litava, Lettland, Estland, Ukraina, Hvítarussland, Kroatia, Slovenia, Slovakia (bara fyri at nevna nøkur) nýggj sjálvstøðug lond í heimsparti okkara. Nakrar mánaðir seinni fingu øll hesi londini limaskap í IOC (eins og í ST, og øllum øðrum áltjóða felagsskapum). Tær tjóðirnar, ið einaferð vóru avmarkaðar á so nógvan hátt av Sovjet ella Jugoslavia, fingu loksins møguleika til at fyrireika, og síðan vísa heiminum sínu egnu ítróttarfólk... Og tey vinna nógv heiðursmerki eisini og gera lond síni so nógv sjónligari á heimskortinum!
Tað, sum altíð hevur undrað undirritaða almikið, er ? hvussu ber tað til, at núverandi forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, ið í grundini átti at stríðst við allari orku fyri áltjóða ítróttarviðurkenning av føroysku tjóðini (eg vil gjarna trúgva, at hann ger tað), er ikki bara ein vanligur sambandsmaður, men eisini framstandandi politikari í Sambandsflokkinum. Í einum ?unionistaflokki?, ið ger alt møguligt fyri at avmarka møguleikarnar hjá føroyingum at umboða seg beinleiðis í áltjóða høpi, í einum og hvørjum samanhangi. Hvør annar, um ikki sambandsvalevnið Heðin Mortensen, átti at skilt, hvussu umráðandi tað er hjá einum landi at hava fult sjálvstýri, fyri at gera seg galdandi á áltjóða olympiska pallinum.
Og skeivt fara tey, ið halda, at lond, sum Føroyar, einki sum helst hava á olympiska pallinum at gera (?_vit hava ongan kjans til at vinna nakað álíkavæl_?)! Dagarnir í februar 1980 verða ongantíð gloymdir í Liktinstein (fólkatalið er ikki meira enn 28.000 har). So at siga allir íbúgvarnir grótu av gleði og stoltleika fyri pinkalítla land sítt, tá ið Hanni Wenzel vann tvey gull og eitt silvur í skíðrenning, og beiggi hennara Andreas fekk vann eisini silvur í somu ítróttargrein á olympisku vetrarleikunum í Lake Placid... Liktinstein sló navn sítt fast í olympisku søguni (eisini tí tað vóru fyrstu systir og bróður nakrantíð, ið bæði vunnu olympisk heiðursmerkir), og hetta bragdið hjá systkjunum er, sambært liktinsteinarum sjálvum, tann týdningarmiklasta hendingin í søgu landsins í XX.øld! Men hevði Liktinstein verið (hví ikki?) partur av Týsklandi, Eysturríki ella Sveits? So var tað fantastiska bragdið hjá Wenzel-systkjunum báðum longu gloymdur í hvørjum av hesum trimum londunum. Tí tað er bert í pinkulítlum londum at fólk taka avrikini hjá landsmonnum sínum so mikið persónligt, sum tað var teirra egni sigur...
Undirritaði hevur arbeitt, sum blaðfólk, á tí allarstørsta ítróttarblaðnum í Evropa (860.000 eintøk um dagin), og er framvegis free-lancari har. Tí kann undirritaði onkursvegna rópa seg fyri fakmann, tá ið undirritaði skrivar um ítróttarlig viðurskifti, eisini treytir fyri altjóða olympisku viðurkenning, galdandi í Evropa. Tí havi eg eina greiða støðu í hesum málinum og vil heita á føroysk ítróttarfólk og tey, ið vilja ein dag síggja føroyingar luttakandi í olympisku leikunum á jøvnum føti við USA og Russland, Noreg og Danmørk, Týskland og Liktinstein ? stuðlið teimum politisku kreftunum her heima, ið fegnar vilja vinna landinum áltjóða viðurkenning ? í ítrótti, sum í øllum øðrum. Stuðlið teimum, sum stríðist fyri fullum politiskum frælsi fyri Føroyaland ? tá fáa føroyingar kanska ein dag sínar egnu olympisku hetjur, síni egnu føroysku Hanni og Andreas Wenzel. Annars er bara eftir at hyggja at øðrum - Wilson Kipketer, Bjørn Dæhlie og teimum. Kundi tað verið eins stuttligt fyri tykkum, FØROYINGAR?
P.S. Eg var longu liðugur við grein míni, tá ið eg datt á viðmerkingina hjá sambandsvalevninum Bent Jákupi Hansen "OL-viðurkenning. Politikkur gruggar málið". Eg havi bert ein spurning til og Bent Jákup og Heðin ÍSF-forsetan í hesum sambandi: "Hvussu nógv ósjálvstøðug evropeisk lond hava ella hava nakrantíð havt olympiska viðurkenning?". Vit vita allir tríggir, at svarið er: "einki"! Hví skulu Føroyar vera betri enn hini evropeisku hjálondini? Og hetta við fótbólti, vit minnast væl, hvussu nógv ár gingu og hvussu nógv stríð var, áðrenn føroyingar loksins fingu limaskap í FIFA (sum støðan er í 2002, høvdu Foroyar aldrin verið so hepnar, sum í 1988, eftir nýggjastu UEFA-samtykt frá í fjør, ið bert loyvir sjálvstøðum londum at gerast limir). Og tað var ikki neyðugt at spyrja nakrar politiskar myndugleikar í Danmørk, tað var nóg mikið við tilsøgn frá DBU og hinum norðurlendsku fótbóltssambondunum. Men ikki í hesum førinum (limaskap Føroyar í IOC), her má staturin Danmørk vera við til tað. Men tað eru danir eftir øllum at døma ikki, og rætt hava teir!