Heildarveitingin
Hesu ferð verður tó sagt í almennu viðmerkingunum, at heildarveitingin, sum sitandi fullveldislandsstýrið fekk avtalu um at varðveita og hækka hetta løgtingsskeiðið, ikki er oyramerkt til ávís mál, og tí er hon sum onnur inntøka hjá landskassanum, ið politisku myndugleikarnir ráða yvir
Her er høvuðstrupulleikin í føroyskum politikki!
Høvdu veitingarnar verið oyramerktar, hevði ruðuleikin, sum nú valdar á so nógvum økjum, ikki verið. At trupulleikar millum danskar og føroyskar myndugleikar kundu komið fyri, skal ikki heilt noktast, men í øllum føri hevði tá verið neyðugt við samráðingum partanna millum, og herheima kundu vit so havt tíð at hugsa okkum um og viðgjørt, hvat var skilagott og hvat ikki var tað.
Í viðmerkingunum til fíggjarlógina sigur landsstýrismaåðurin í fíggjarmálum, at umleið ein triðingur av heildarveitingini bert kemur heim at venda, við tað, at rentur og avdráttir til ríkiskassan er 320 mió. kr.
Hetta er at fara alt ov lætt um sannleikan, tí danski peningurin, sum føroyskir myndugleikar í dag fegnir taka ímóti (meðan teir spilla bæði veitara og skipan út) hevur stóra ávirkan í okkara samfelag.
Okkara heilsuverk, almannaverk og skúlaverk, sum heildarveitingin er ætlað til, eru arbeiðspláss, har lønirnar sjálvandi ávirka okkara samfelag búskaparliga, við tað at tær ávirka inntøkurnar bæði hjá landi og kommunum.
Orð og aftur orð
Landsstýrismaðurin í fullveldismálum er vanur at siga: hatta er bert ein spurningur um orð, tá hann skal argumentera fyri sínum fullveldi, sum hann hevur fingið hinar landsstýrisflokkarnar at slúka, uttan at teir seta nakran spurning við nakað sum helst.
Um talan so er um loysing, samband, fullveldi, ella suverenan stat, so hevur hann fingið sær tann vana at siga, at her er bert talan um orð. Í tí sambandi fær hann tó ikki Sambandsflokkin við í kórið. So lætt lata vit okkum ikki keypa ella lokka. At hann hevur fingið 3 aðrar flokkar við sær, er tíverri onki at gera við..
Fyri okkum er tó í hesum føri talan um orð, men tað er tí tað eru tóm orð.
Fullveldisdemokratiið.
Hvat vit kunnu vænta okkum, tá fullveldisdemokratiið fer at virka, hava vit fyribils fingið at smakka, nú fíggjarlógin var til 2. viðgerð.
Í hesum føri hendi tað, tá atkvøðast skuldi um broytingaruppskot frá minnilutanum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, at áheitan frá einum samgongulimi í Suðuroy og partamanni løgtingsformansins um serliga atkvøðugreiðslu varð gingin á møti, meðan ynskið frá uppskotssetarunum um serliga atkvøðugreiðslu varð sópað av borðinum . Soleiðis fekk tjóðveldistingmaðurin høvi til at markera sína støðu viðvíkjandi sjúkrahúsinum í Suðuroy, sum hansara egnu partamenn og landsstýrissamgonga ikki untu eina eyka krónu. Møguleikan fekk hann gjøgnum minnilutan, sum hevði tilevnað broytingaruppskotið, og við hjálp frá einum løgtingsformanni, sum eigur at vera óheftur, men als ikki er tað.
Hatta er tað, sum tey, íð hugsa annaðleiðis enn ráðandi meirilutin á tingi, t.v.s. tey, sum hava aðra meining enn sitandi fullveldissamgonga, kunnu vænta sær av framtíð Føroya.
Soleiðis kunnu vit vænta, at fullveldisdemokrati Føroya fer at verða praktiserað í framtíðini.
Lisbeth L. Petersen, tinglimur fyri Sambandsflokkin