Fullveldisflokkarnir liggja sum teir hava reitt - prísin gjalda Føroya fólk

Uttan himpr sminkaðu loysingarflokkarnir blokkin við 365 milliónum um árið frá 2002, umframt framhaldandi prístalsviðger av eftirverandi blokkstuðuli, sum m. a. er til sjúkrahúsverk, fólkapensjón og sosialar tænastur

2,4 milliardir færri krónur at brúka til vælferðarænastur og partsgjald av hesum.

Prístalsviðgerðin svarar til um arðar 50 mill um árið, sum eisini eru burtur.

Mín áheitan er at seta pristalsviðgerina av blokkinum at virka aftur, tá fariå verður aftur til samráðingar um blokkin.

Lyftini halda ikki:

 

Tær lovaðu nýggju vinnurnar og inntøkurnar – hvar blivu tær av?

Tann stóri skapanarhugurin – er hann blivin størri uttan blokkin?

Er Føroyar blivið eitt betri land at livað í?? - Spyr pensjónistin, sjúklingin, sjómanini og skúlanæmingin

Er okkara fiskiflotin voråin meira inntøkugevandi ella okkara fiskivinna sum heild

Hava vit fingið betur marknaðaratgongd til okkara útflutningsvinnu?

Tey kreativu evnini, sum blokkurin eisini skapti mentala blokering fyri, eru tey blivin ment??

 

Svarast kann neyvan játtandi til nakran av hesum spurningum.

Alt meðan vinnan og samfelagið stendur framman fyri ovurstórum avbjóðingum, tosa hesir somu menn við hjálp frá Javnaðarflokkinum, Gud hjálpi mær, um enn fleiri yvirtøkur um skerjan av enn meira blokki komandi árini.

Ørkymlandi má tað verða hjá øllum sum standa á síðulinjuni og skoða hetta Sirkus Tinganes, sum leikar í løtuni - og hetta show er ikki gratis, um onkur heldur tað, prísin koma vit øll at gjalda seinni í ár, tá avgjalds- og skattahækkingarnar fara at koma.

Blokkurin er ikki og hevur ongantíð verið trupulleikin fyri føroyska samfelagið – tvørturímóti – tað er loysingarvongurin í føroyskum politikki, sum er trupuleikin.

Teir hava ongar loysnir og enn minni visjónir um, hvussu framtiðar vælferðarsamfelagið Føroyar skal skipast, tíverri.

Vágur 23. mai 2008