Nú kom so fullveldislógin ? rokningin fyri tað vanstýring vit hava verið stýrd av seinastu skjótt 6 árini. Tað mátti enda galið við eini samgongu har annar parturin hevur eittans mál og tað er at skipa fullveldið Føroya, so hin parturin hevur fríar teymar til at gera tað, hann hevur hug til, tí fyri Tjóðveldisflokkin er politikkur, at slíta frá Danmark, hvat annars hendir í samfelagnum er fyri teir fullkomiliga líkamikið.
Vit hava nú fingið fíggjarlógina fyri 2004 á borðið, og ikki eiti á kreativiteti og sminkaðum tølum á mest sum øllum økjum. Um fíggjarlógin verður samtykt í verandi líkið, eru hópuppsagnir á veg innan tað almenna. Eitt tað grovasta dømi um kreativitet er uppgerðin av løguætlanini. Har er praksis broyttur soleiðis, at ein møgulig søla av ognini hjá Postverk Føroya á Argjum og íbúðarbygningunum hjá Landssjúkrahúsinum er mótroknað samlaðu løgunum við ávikavist 36 mió. og 30 mió. Við hesum 66 mió. kemur samlaða løgujáttanin niður á 246 mió. ið er áleið tað sama sum fyri 2003.
Samgongan hevur øll árini gjørt nógv burturúr hvussu neyðugt tað er við skattalættum, men hóast fleiri skattalættar eru givnar er samlaða skattatrekkið økt við 3% seinastu 5 árini. Í fyriliggjandi fíggjarlógar-uppskot er beinleiðis talan um skattahækkingar.
Sum dømi kunnu nevnast:
?Avgjald á sodavatn 10 mió.
?Avgjald á sigarettir 10 mió.
?Avgjald á góðgæti og sjokulátu 10 mió.
?Avgjald á søtar keks, smákøkur og vaflur 2 mió.
?Avgjald á plastikk beriposar 5 mió.
?Rentustuðulin lækkar 16 mió.
?Hægri barsilsgjald 23,5 mió
?Barnaforsorgin verður flutt til kommunurnar 30 mió.
Omanfyri skatta/avgjaldshækkingar eru íalt kr. 106,5 mió. so skattalættin fyri 2004 uppá góðar 70 mió. munar ikki nógv hjá familjunum í Føroyum. So sigast má, at skattalættarnir hjá samgonguni einans eru føgur orð við ongum innihaldi, sum so mangt annað hjá samgonguni. Harumframt svíðir føroyska vinnulívi fyri nøkrum av avgjaldshækkingunum.