Fullveldissamgongan fór í søguna

Løgmaður legði kongin og útskrivaði nýval at vera 20. januar 2003. Tað hendi í løgtinginum fríggjadagin. Soleiðis endaði djúpa samgongukreppan, sum hevur leikað , síðan bókin »Skjót journalistin« kom út. Og soleiðis endaðu fimm og eitt hálvt ár við fullveldissamgonguni

Fólkið skal tala 20. januar 2004.
Tað er greitt, eftir at Anfinn Kallsberg løgmaður bað um orðið til eina serliga fráboðan í løgtingum fríggjadagin klokkan 10.15 og útskrivaði løgtingsval í úrtíð.
Samstundis loysti hann landsstýrismenninar hjá Tjóðveldisflokkinum, Høgna Hoydal, Karsten Hansen og Annitu á Fríðriksmørk úr starvi.
Alt rokið stendst av bókini »Skjót journalistin« og tí forspæli og eftirspæli, sum hon fekk. Tað byrjaði, tá ið Fólkaflokkurin longu frammanundan útgávuna legði Tjóðveldisflokkin undir at standa aftanfyri, og helt fram, tá ið bókin førdi prógv fyri, at løgmaður var í so kreativur sum bókhaldari á Frostvirkinum fyri 20 árum síðan.

Reinsar luftina
Sostatt var tað fortíðin hjá løgmanni, ið at enda feldi hann.
? Eg geri hetta fyri at reinsa luftina. Hetta er eitt álvarsligt stig, men tað er neyðugt fyri at vit kunnu fáa stabilitet aftur til landið. Nú er nokk. Nú skal fólkið tala, sigur Anfinn Kallsberg, sum ikki væntaði, at hann skuldi fara frá av hesum málinum, tá ið tað tók seg upp.
Í onkrum króki í løgtinginum ljóðaði orðið valdsmisnýtsla, tí løgmaður hevði útskrivað nýval vegna síni persónligu viðurskifti. Men hesum vísir løgmaður avgjørdur aftur.
? Talan er ikki um persónlig viðurskifti longur. Tá ið Tjóðveldisflokkurin sigur seg ikki hava álit á mær longur, so havi eg ikki parlamentariskt grundarlag longur. Og tí má eg eisini siga teimum úr starvi. Mín persónur er gjørdur til politikk. Fyri mítt viðkomandi er málið langt síðan av, men fólk vilja gera tað politiskt, og tað eydnaðist, sigur Anfinn Kallsberg.

Brævaskiftið feldi
Tað var í grundini brævaskifti millum stóru flokkarnar í samgonguni, sum gjørdi av við eitt stórt kapitull í løgmanssøguni. Eftir avdúkingarnar í bókini »Skjót journalistin« setti Tjóðveldisflokkurin harðar treytir. Antin mátti løgmaður reinsa seg, bera um umbering ella taka stig til at umskipa samgonguna, og tað merkti í roynd og veru at fara frá.
Tað vildi Fólkaflokkurin ikki ganga undir. Seint hóskvøldið boðaði løgmaður Tjóðveldisflokkinum frá, at hann hevði tikið fulla ábyrgd av mistøkunum fyri 20-25 árum síðan, sum hann málbar seg, og at semja varð avtalað millum partarnar, sum gjørdi slætt borð. Almenningurin hevur vitað um málið, og formansskapurin viðgjørdi tað fyri 10 árum síðan og vísti tað frá sær. Tí heitti hann staðiliga á Tjóðveldisflokkin um enn einaferð at umhugsa støðuna av nýggju, so samstarvið kundi halda fram.
Tjóðveldisflokkurin svaraði tíðliga fríggjamorgunin, at hann ikki longur hevði álit á løgmanni. Tjóðveldisflokkurin segði eins og Fólkaflokkurin, at samgongan hevði stór og týðandi mál fyri framman og mælti til,at samgongan varð umskipað undir nýggjum løgmanni, og so var líka vítt sum sítt. Samgongusamstarvið, sum byrjaði við bjørtum fullveldisvónum í 1998, varð av, tí løgmaður legði kongin og útskrivaði val.

Høgni segði upp
Tað vórðu krøvini frá Tjóðveldisflokkinum, ið vóru so hørð, at hann segði samgonguna upp, søgdu onnur enn fólkafloksfólk í løgtinginum fríggjadagin. Men Høgni Hoydal vísir aftur, at treytirnar vóru ein kamuflerað uppsøgn.
? Vit vónaðu at fáa umskipað samgonguna. Vit kundu ikki halda fram sum onki. Tá slíkt kemur upp, so noyðist tú at leggja kortini á borðið og ikki bera í bøtuflaka fyri teimum. Vit vónaðu, at tað bar til at halda fram, og ætlaðu, at samgongan varð umskipað, men tað vildi Fólkaflokkurin so ikki, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir ikki aftur, at flokkarnir samstarva eftir eitt løgtingsval, tí hetta málið er farið afturum og talan er ikki nakran beiskleika millum partarnar, vil hann vera við. Tað bar bara ikki til at liva við teimum avdúkingum og tí eftirspæli, sum bókin fekk.
? Vit hava strekt okkum langt fleiri ferðir, men vit kundu ikki blástempla tey ósannindi, sum eru førd fram. Sjálvandi er tað spell, at vit missa fleiri yvirtøkumál á gólvið, sum liggja beint fyri framman, men markið gongur onkustaðni. Hvørki heimastýrisskipanin ella eitt komandi fullveldi kunnu liva við so djúpum misáliti á Føroya løgmann. Vit fara ikki at blástempla, at løgmaður segði ósatt um síni viðurskifti og hevur misnýtt løgmansembæti í royndini at reinsa seg, sigur Høgni Hoydal.

Skutu samgonguna
Tað var ein bók, sum festi í eitt gamalt mál um løgmann, og at enda futtaði samgonguna av. Bókin »Skjót journalistin«, sum journalistarnir Grækaris D. Magnussen og Øssur Winthereig skrivaðu, prógvaði, at løgmaður tilvitað hevði falsað tøl, tá ið hann var bókhaldari á Frostvirkinum. Hann hækkaði virðið á goymsluni, so kassakreditturin hjá Frostvirkinum vaks óveruliga.
Møguleikan nýtti hann til at flyta skipum, sum hann sjálvur var reiðari á, 912.000 krónur árini frá 1977-1981. Í 1982 varð semja gjørd millum Anfinn Kallsberg og Frostvirkið á grannskoðaravirkinum Carl Vilhelm Weihe, har Anfinn Kallsberg, sum tá var vorðin landsstýrismaður, gekk undir treytirnar.
So var málið úr verðini. Til tað at enda steðgaði fullveldissamgonguni fríggjadagin 5. desember 2003.