Fult flogfar við vøru til Keypsamtøkuna

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru 32 tons av vøru flogin heim til Føroya

 

– Ein stórur dagur í dag.

 

Soleiðis skrivar Birgir Nielsen, stjóri í føroyska farmaflogfelagnum, FarCargo.

– FarCargo flogfarið Eysturoy lendi klokkan 17.13 í Vágum við matvørum, frugt og grønt v.m. fyri FK.

– Umframt at hetta helst er nógv tann størsta lastin, sum er flogin til Føroyar nakrantíð, heili 32 tons, hava vit eisini prógvað, at tað væl ber til at flyta matvørur trygt og skjótt til Føroya, skrivar Birgir Nielsen. 

Hann sigur, at tað tók ikki meir enn góðan tíma at fáa allar 75 plattarnar í lastbilarnar, sum síðani fóru runt til allar FK handlarnar í Føroyum.

– Stóra takk til FK, at tit valdu at brúka FarCargo til hendan farmaflutningin, skrivar Birgir Nielsen.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##