Hondbóltur
Tað var ikki tann heilt sami spenningurin, tá VB sunnudagin annan dagin á rað skuldi spæla í høllini á Hálsi í Havn.
Kyndil, sum hesaferð var mótstøðuliðið, evur seinnu árini ikki verið eitt av liðunum, sum hava stríðst serliga ovarliga á talvuni, og tí kundi ikki roknast við, at tær fóru at gera nakað stórvegis við VB.
Og tann veruleikin varð eisini skjótt stafðestur. VB legði alt fyri eitt eitt hampuliga stórt hol niður til tær grønu, og tó at Kyndil eftir hetta slapp at spæla eitt sindur við, so kom spenningur ongantíð í dystin.
Og eftir steðgin staðfestu VB-kvinnurnar eisini, at tær ikki ætlaðu sær at tveita nakað stig burtur. Tær høvdu kanska ikki tí heilt stóru ferðina á, og kanska sat dysturin frá degnum fyri eisini í beinunum. Men tær hildu fyrst og fremst fast um verjupartin, soleiðis at Kyndil ongantíð fekk nakað sum helst rásarúm at gera nakað um seg, og so gjørdi tað minni, at VB-málini ikki longur vóru eins títt.
Tað ráddi fyrst og fremst um at greiða sína skyldu, og hetta varð eisini gjørt á sannførandi hátt.
Fakta um dystin
Kyndil-VB 17-31 (12-19)
Málskjúttar
Kyndil: Randi Wardum 5, Súsanna Petersen 4, Hildur Høghamar 4, Ann-Mari Wang 3(1), Linda Weihe 1
VB: Daiva Toumaite 10(1), Leila Jespersen 5, Aukse Vysniaskaite 4, Rannvá Augustinussen 4, Arnleyg Hjelm 3, Sólrun Krosslá 1, Margreth Augustinussen 1, Christina Holm 1, Jacoba Poulsen 1, Jóna Thorsteinsson 1
Brotskøst: Kyndil 2, VB 1
Útvísingar: Kyndil 1
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen.