Christian Lamhauge Holst byrjaði inni og vann í fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum, meðan René Shaki Joensen sat á bonkinum hjá Brøndby, sum heima tapti fyri OB.
Um vikuskiftið byrjaði danska landskappingin aftur. Silkeborg og føroyski landsliðsframherjin, Christian Lamhauge Holst, vóru á vitjan í Esbjerg. Silkeborg vann dystin 3-2. Føroysk landsliðsframherjin spældi fyrstu 78 minuttirnar.
Á Brøndby stadium tók Brøndby móti OB, sum vann 1-0. René Shaki Joensen sat á bonkinum allan dystin. Í Brøndby kenna tey seg snýtt fyri eitt stig, tí dómarin valdi at kolldøma eitt mál, ið Brøndby viðhaldsfólk og leikarar ikki meta skuldi kolldømast.