Mikukvøldið 6. januar, trettandakvøld, klokkan 20 skipar Sláið Ring fyri almennum fundi í Miðlahúsinum. Evnið er brúðardansur og brúdleypssiðir. Fyri at vekja áhugan fyri brúðardansi og brúðarvísum, skipar Sláið Ring ? landsfelag føroyskum dansi at frama, fyri almennum fundi, har Jóan Pauli Joensen, professari, Theodor Eli Olsen, prestur, Magnus Magnussen, borðstýrari til veitslur og Rasmus A. Joensen, formaður í Sláið Ring, koma at leggja fyri og hugleiða.
Eftir innleggini verður høvi hjá fundarluttakarunum at seta spurningar og gera viðmerkingar, bæði til innleggini og til evni sum heild.
Endað verður við at farið verður upp á gólv.