Í morgun er norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, í Madrid.
Her verður kríggið í Gazageiranum umrøtt í sonevnda Madrid-bólkinum.
Madrid-bólkurin er skipaður av arabiskum og evropeiskum ráðharrum.
Millum lond, sum eru við í bólkinum, eru eitt nú Saudi Arabia, Egyptaland, Turkaland, Írland og Spania.
Hetta eru alt lond, sum viðurkenna Palestina sum egnan stat, og tað ger Noregi eisini.