Bjargingarliðið, sum leitar eftir vrakpettum av Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið í juni í 2009, hevur funnið fleiri lík og vrakpetti á vanlukkustaðnum. Tað segði franski umhvørvismálaráðharrin, Nathalie Kosciusko-Morizet, við franska útvarpið í dag.
Í morgun varð fráboðað, at bjargingarliðið hevði funnið fleiri vrakpetti av flogfarinum, millum annað motorlutir.
228 fólk, teirra millum ein 47 ára gomul donsk kvinna, doyðu, tá farnska flogfarið fatt niður á veg úr Rio de Janeiro til París.