Føroyar funnu ikki málið hjá Gibraltar

Næst við at skora var liðformaðurin Hallur Hansson, men tá brast bólturin í stólpan

Gibraltar er styrkismett væl lægri enn Føroyar, men tað eydnaðist ikki føroysku favorittunum at vinna, tá ið Føroyar í kvøld spældi venjingardyst í Gibraltar. Føroyar eru í hesum døgum á venjingarlegu í Suðurspania, og umframt dystin í dag fara Føroyar týsdagin at spæla vinardyst ímóti Liktinstein. Tann dysturin verður í Spania.

 

Føroyar vóru í fyrra hálvleiki væl meiri á bóltinum enn mótstøðumenninir – mest sum tvífalt so nógv – men tá eydnaðist tað ikki at vinna upplagdar málmøguleikar. Gibraltar hevði ongan málmøgueika í fyrra hálvleiki, sum tí var rættiliga tamur.

 

Eftir steðgin var heimaliðið eina løtu omaná, men síðsta stóra korterið fingu føroyingarnir fatur á spælinum. Fleiri útskiftingar vóru, og fram ímóti endanum var tað fleiri ferðir um reppið, at Føroyar skoraðu. Næst við var liðformaðurin Hallur Hansson, men tá ið hann smekkaði til, brast bólturin í stólpan aftanfyri heimamálverjan.

 

Tølini siga, hvussu stórur munur tað yvirhøvur var á liðunum. Føroyar vunnu 10 hornaspørk, og Gibraltar vann einki hornaspark.

 

Gibraltar - Føroyar 0-0

 

Vinardystur á Victoria Stadion í Gibraltar leygardagin 26. mars 2022 kl. 17.00

 

Dómaratrio úr Onglandi: David Coote, Neil Davies Constantine Hatzidakis

 

4. dómari úr Gibraltar: Seth Galia

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – René Shaki Joensen, Odmar Færø (Sonni Ragnar Nattestad, 62.), Hørður H. Askham (Rógvi Baldvinsson, 79.), Viljormur Davidsen (Daniel Johansen, 79.) – Gilli Rólantsson Sørensen (Jóannes Bjartalíð, 46.), Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Egilson Olsen (Patrik Johannesen, 73.) – Hallur Hansson, Klæmint A. Olsen (Petur Knudsen, 62.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Heri H. Mohr, Heðin Hansen, Adrian Justinussen, Jákup B. Andreasen

 

Gult kort: Rógvi Baldvinsson

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze