Tríggir íbúðarfelagar í New York gjørdust sum vera man ovurfegnir, tá teir funnu góðar 200.000 krónur í einari gamlari sofu, sum teir høvdu keypt í einum endurnýtsluhandli hjá Frelsunarherinum.
Vinmenninir høvdu lagt til merkis, at okkurt var innan fyri toyið á sofuni, og tá teir kannaðu málið, funnu teir 25.000 krónur har. Teir vildu ikki trúgva tí, sum teir sóu, men gjørdu av at kanna sofuna nærri. Tað loysti seg, tí í henni funnu teir einar 175.000 krónur afturat.
Men teir funnu eisini eina kvittan, sum stóð í navninum hjá einari 91 ára gamlari konu, sum hevði átt sofuna og fjalt pengarnar í henni. Familjan hjá kvinnuni hevði gjørt av at lata sofuna til góð endamál uttan at siga konuni frá.
Teir tríggir vinmenninir gjørdu av at lata teirri gomlu konuni pengarnar. Hon var, sum vituligt er, takksom og gav teimum finningarløn, skriva amerikanskir fjølmiðlar.