Føroyska kvinnulandsliðið fær seg í dag av álvara roynt, tá Føroyar á útivølli spæla ímóti Týskland, ið verður mett sum sterkasta kvinnulandsliðið í heiminum.
Les eisini: Føroyar spæla móti heimsins bestu
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum, og til ber eisini at stroyma dystin beinleiðis við at trýsta á her.
Týskland – Føroyar 11-0
Liðugt: So er trupli dysturin hjá føroysku kvinnunum liðugur í Týsklandi, og hann endaði sum væntað við stórsigri til týsku favoritarnar. Endaliga úrslitið var 11-0!
MÁÁL, 11-0 til Týskland, 89 minuttir: Nú hevur Týskland lagt seg á odda 11-0, og fyri fjórðu ferð upp í slag var tað Hasret Kayicki, ið kom á máltalvuna fyri Týskland. Enn einaferð skoraði hon við høvdinum.
MÁÁL, 10-0 til Týskland, 83 minuttir: So er Týskland komið uppá tveysiffraði mál. Støðan er nú 10-0. Enn einaferð var tað Hasret Kayicki, ið skoraði fyri Týskland, og hevur hon harvið nú skotið reint hattrick. Málið kom eftir innlegg úr høgru síðu, sum Kayicki skallaði í føroyska málið.
MÁÁL, 9-0 til Týskland, 76 minuttir: So stendur støðan 9-0 til Týskland.Tað var enn einaferð Hasret Kayicki, ið skoraði fyri Týskland.
73 minuttir: Føroyska liðið ger triðju og seinastu útskiftingina. Milja Simonsen kemur á vøllin fyri Olgu Kristinu Hansen. Dysturin koyrir annars eitt sindur í tómgongd nú. Ferðin er farin eitt sindur av týska spælinum.
MÁÁL, 8-0 til Týskland, 63 minuttir: So er støðan 8-0 til Týskland. Alexandra Popp hjá Týsklandi varð spæld ígjøgnum í týsku vinstru síðuni, og spældi bóltin yvirum til Hasret Kayicki, ið bert skuldi fótin á bóltin.
56 min: Føroyar gera sína næstu broyting. Út fer miðverjin Súsanna Maria Hansen, og inn fyri hana kemur Margunn Lindholm.
53 min: Nú fekk Týskland bóltin í málið til 8-0, men málið varð kolldømt, tí týski leikarin ið skallaði innleggið úr vinstru síðu var rangstaddur.
MÁÁL, 7-0 til Týskland, 48 minuttir: So er 7-0 til Týskland. Ein týskur leikari slapp alt ov gjøgnum í týsku vinstru síðuni og legði bóltin innfyri til Linu Magull, ið bert skuldi seta eina innarusíðu á.
46 min: So er seinni hálvleikur byrjaður í Týsklandi, og føroyska liðið hevur í hálvleikinum gjørt eina broyting. Út er farin málverjin, Monika Biskopstø, ið fekk ein stoyt miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Inn fyri hana er komin Anna Súnadóttir Hansen, sum dagliga verjir málið hjá nýklaktu greipuvinnarunum úr EBStreymi/Skála.
Hálvleikur: Nú er hálvleikur í dystinum í Týskland, har Týskland er á odda 6-0 móti Føroyum. Týska liðið er í heimsflokki, og tað sæst aftur í dystinum. Hóast føroysku leikararnir stríðast fyrimyndarliga, er tað bara stórur munur á støðið á týsku leikarunum og føroysku leikarunum.
MÁÁL, 6-0 til Týskland, 45 minuttir: Í seinasta minuttinum undan hálvleiki eydnaðist tað Týskland at skora til 6-0. Tað var enn einaferð týski áleyparin, Alexandra Popp, ið fekk bóltin í føroyska málið, men bæði føroyski málverjin og føroyska verjan kundu havt vert betri fyri at sætta málið kom undan hálvleikssteðginum.
38 min: Nú var bólturin í føroyska málinum, har hildið var at Týskland hevði skorað til 6-0. Men dómarin dømdi fyri frísparkið, tí at ein týskur leikari hevði forbrotið seg móti Áslu Johannesen.
MÁÁL, 5-0 til Týskland, 33 minuttir: Nú er 5-0 til Týskland, og enn einaferð hevur Týskland skorað eftir hornaspark úr vinstru síðu. Hesuferð var tað Kathrin-Julia Hendrich, ið kom á máltalvuna.
MÁÁL, 4-0 til Týskland, 30 minuttir: Nú hevur Týskland skorað til 4-0. Málið kom eftir hornaspark úr vinstru síðu, har týski liðskiparin, Babett Peter, stútaði bóltin í málið til 4-0.
MÁÁL, 3-0 til Týskland, 26 minuttir: So er 3-0 til Týskland. Triðja málið er avgjørt mest bíliga málið sum týska liðið hevur fingið. Tað sá út til at tveir føroyskir leikarar høvdu gott tamarhald á innlegginum úr høgru síðu, men ein misskiljing gjørdi at týska Kemme fekk bóltin, og hon skoraði til 3-0 til Týskland.
24 min: Føroyski málverjin, Monika Biskopstø, hevur ligið eina løtu á vøllinum eftir at hon stoytti saman við ein týskan leikara. Men hon er komin á føtur aftur, og er før fyri at spæla víðari.
22 min: Leikliga er føroyska liðið greitt við undirlutan móti týsku favorittunum, men fingur kann ikki setast á avrikið hjá føroysku kvinnunum fyrstu 20 minuttirnar. Allar stríðast fyrimyndarliga.
20 min: Nú var um reppið at tað gjørdist 3-0 til Týskland, men týski leikarin, ið varð spældur innum føroysku verjuna, var rangstødd.
MÁÁL, 2-0 til Týskland, 15 minuttir: So er støðan 2-0 til Týskland. Annað málið í dystinum kom eftir eitt langskot frá týska leikaranum, Kemme, ið Monika Biskopstø í føroyska málinum ikki náddi út til.
MÁÁL, 1-0 til Týskland, 12 minuttir: So hevur Týskland lagt seg á odda 1-0. Málið kom eftir innlegg úr vinstru síðu, har Monika Biskopstø í føroyska málinum fyrst bjargaði skoti, sum síðani datt út til týska áleyparan, Alexandru Popp, ið lættliga setti bóltin í málið til 1-0.
7 min: Týska liðið hevur verið omaná leikliga, men føroysku kvinnurnar hava fingið eina góða byrjan uppá dystin. Føroyska liðið hevur staðið væl í verjustøðu, og tekur sær góðar stundir til málspørk og innkøst. Enn er 0-0.
1 min: Týska liðið leggur bragdliga fyri, og er um reppið at skora í fyrsta minuttinum. Men Monika Biskopstø bjargar í tveimum førum væl í føroyska málinum. Týska liðið trýstir føroyska liðið høgt frá byrjan av.
Føroyska uppstillingin: Monika Biskopstø – Birna T. Mikkelsen, Birita Nielsen, Súsanna Hansen, Lív Arge, Ásla Johannesen – Eyðvør Klakstein, Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen, Rannvá Andreasen – Heidi Sevdal