Fylgdi harraboðum frá starvsnevndini

Kappingarstjórin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur, at eftir at hann í heyst hevði lagt Sunset-kappingina við sjey liðum, fekk hann boð frá starvsnevndini um at broyta hetta til átta lið og koyra Tjaldur uppí.

Í gjár segði Geir Wardum, kyndlavenjari, her í blaðnum, at hann heldur Sunset-kappingina verða eina skandalu í ár, og at rættast hevði verið, um restin av kappingarárinum bleiv strikað, og at Stjørnan og VB bara spældu sínar írestandi innanhýsis dystir fyri finna føroyameistaran.
Kappingarstjórin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur í hesum sambandi, at hann á fundi við feløgini í januar mánað beint undan endaspælinum legði fram eitt broytingaruppskot, sum hevði stytt um longdina á kappingini.

Finalubólkur og niðurflytingarbólkur
Uppskotið hjá Jógvan Martin gekk út uppá, at tey átta liðini í Sunset-kappingini blivu býtt í helvt, heldur enn at farið var undir ætlaða endaspælið.
- Eg skeyt upp, at fýra tey ovastu liðini spældu í einum finalubólki um heiðursmerkini, soleiðis sum vit eisini kenna tað aðrastaðnis frá.
Fýra tey niðastu liðini skuldu so spæla um at sleppa undan niðurflyting. Eg skeyt upp, at tey bæði liðini, ið endaðu aftast í niðurflytingarbólkinum, fluttu niður í næstfremstu deildina. Hetta hevði merkt, at tað einans vóru seks lið í Sunset-kappingini komandi kappingarár, og tað hevði eisini havt við sær, at kappingin ikki gjørdist so drúgv, sigur Jógvan Martin Mørk.
Tá ið so kappingarárið 2005/2006 var komið hálvan veg, skuldu fýra tey ovastu av teimum seks liðunum, sum tá vóru í Sunset-kappingini, spæla í einum finalubólki, meðan tey bæði niðastu skuldu dystast við tvey tey ovastu úr næstfremstu deildini um tvey pláss í Sunset-kappingini árið eftir, greiðir kappingarstjórin hjá HSF frá.

Góð undirtøka fyri uppskotinum
Jógvan Martin Mørk greiðir frá, at tað var góð undirtøka fyri uppskotinum millum møttu feløgini á fundinum.
- Bæði StÍF og VÍF, sum høvdu endað í niðurflytingarbólkinum, tóku í prinsippinum undir við uppskotinum, men trupulleikin var tann, at hvørki Kyndil ella Tjaldur vóru møtt til fundin. Tískil helt fundarstjórin, at tað var skeivt at samtykja eitt slíkt uppskot, uttan at øll feløgini, sum uppskotið rakti, vóru við á fundi, sigur Jógvan Martin Mørk.
- Tí haldi eg eisini, at tað er skeivt av venjaranum hjá Kyndli at fara í miðlarnar og finnast at kappingini, tá ið hann bara kundi møtt á fundinum, har uppskot var frammi um at broyta kappingina, sigur kappingarstjórin.

Fylgdi harraboðum
Formaðurin í HFS, Eivind Jacobsen, sigur aðrastaðnis her í blaðnum, at aðalfundurin hjá hondbóltssambandinum í fjør samtykti at broyta kappingina hjá kvinnum úr sjey liðum upp í átta lið, men hesi boð fekk Jógvan Martin Mørk ikki fyrr enn í septembur mánað, eftir at hann hevði lagt kappingina.
- Eg hevði lagt kappingina við sjey liðum, men fekk í seint í septembur mánað boð frá starvsnevndini um, at Tjaldur skuldi við, og at tað tískil vóru átta lið í kvinnukappingini. Aðalfundurin í fjør samtykti nevnliga nakrar bygnaðarbroytingar, sum hava við sær, at starvsnevndin hevur evstavaldið í HSF, og tí kann gera sum hon vil við at broyta í kappingini, sigur Jógvan Martin Mørk.
- Tì noyddist eg at leggja alt av nýggjum. Eg legði fyrst kappingina soleiðis, at hon endaði á páskum at kalla samstundis sum menninir, men hetta uppskotið innibar, at feløg noyddust til Suðuróyar at spæla mitt í viku, og tað bleiv ikki góðtikið, greiðir Jógvan Martin Mørk frá. Hann legði tískil kappingina av nýggjum, soleiðis at hon sær út sum hon ger í dag.