Fýra ár síðani heilt óvæntaða úrslitið

Fimm 07 Vestur spælarar, sum vóru við í 2018, eru framvegis á liðnum

KÍ er á veg vestur í Vágar, har fyrsta bríksl á Dungasandi verður klokkan 15. Støðutalvan sigur, at klaksvíkingar eru stórfavorittar.

 

KÍ hevur vunnið allar dystirnar í fyrsta triðingi av kappingini við málmuninum 27-1.

 

07 Vestur hevur vunnið 9 stig við málmuninum 11-19.

 

Hjá KÍ hava Claes Phiip Kronberg og Børge Petersen ikki verið við nógvu tær seinastu ferðirnar, tí teir eru skaddir. Hjá 07 Vestur er miðverjin Dann Fróðason langtíðarskaddir, og seinastu ferðirnar hava fyrrverandi KÍ spælararnir Jasper Van Der Heyden og Hákun Edmundsson ikki verið við, tí teir eru skaddir, og soleiðis var støðan í vikuni eisini hjá Mads Skøtt Winther, Sølva Egilsson og Ára Arge.

 

Í fjør var KÍ tvær ferðir í Sørvági, og gestirnir fóru til hús við 5-0 og 9-0 sigrum. Í Klaksvík endaði tað 4-0, og 18. apríl í ár endaði tað 3-0 í Klaksvík.

 

Í 2020 og 2019 var 07 Vestur ikki í bestu deildini. Tá ið 07 Vestur í 25. umfari í 2018 hevði vitjan av KÍ, endaði tað við 4-2 heimasigri. Úrslitið var púra óvæntað, tí 07 Vestur flutti niður, og KÍ endaði á fjórða plássi. Eftir 10 minuttir var 2-0 til heimaliðið, men undan steðginum eydnaðist tað KÍ at javna.

 

Í seinna hálvleiki skoraði heimaliðið tvey mál.

 

Fimm spælarar, sum vóru við henda leygardagin í oktober 2018, eru framvegis á liðnum hjá 07 Vestur: Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen, Teitur Olsen og Jóannis á Steig.

 

Fýra klaksvíkingar, sum vóru við í 2018, eru framvegis á KÍ liðnum – Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen og Jonn Johannesen.

 

07 Vestur – KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00.