Fýra bilar í ferðsluóhappi í morgun

Ein fráboðan av Skála í morgun ljóðaði ógvuslig, men tað spældi væl av

Tað hevur verið sera hált í morgun og í tí sambandi hevur løgreglan fingið boð um tvey ferðsluóhapp.

 

Ógvuligast ljóðaði tað til at vera á Skála, har løgreglan fekk boð um, at tríggir bilar høvdu verið fyri óhappið á landsvegnum omanfyri bygdina.

 

Tað ljóðaði til at vera so mikið álvarsligt, so løgreglan skundaði sær á staðið og sendi eisini boð eftir sjúkrabili, umframt at Landsverk fekk boð.

 

Løgreglan sigur, at tað var sum á kalvabaki á vegnum og tað var ikki standandi á beinunum á vegnum.

 

Men tíbetur var óhappið ikki so ógvusligt, sum tað ljóðaði Tað var rætt, at tríggir bilar høvdu verið fyri óhappi, men teir vóru ikki við í sama óhappi.

 

- Har vóru trý óhapp á sama vegastrekki, har bilarnir fingu skaða, men ongin fólkaskaði var, sigur løgreglan, og óhappi er skrásett sum eitt hálkuóhapp.

 

Eitt hálkuóhapp var var eisini vesturi í Vágum, har ein bilur endaði í einum garði, men heldur ikki har var nakar fólkaskaði, sigur løgreglan.