Fýra fólk eru deyð og 44 eru særd í mótmælisgongunum móti Nicolas Maduro, forseta, í Venesuela.
Tað siga tveir NGO-felagsskapir, sum fylgja við í støðuni í landinum týsdagin.
Tey fýra offrini hava øll latið lív í mótmælisgongum mánadagin lokala tíð.
Týsdagin boðaði andstøðuflokkurin Voluntad Popular eisini frá, at leiðarin, Freddy Superlano, varð handtikin.
- Fyri bert fáum minuttum síðani varð okkara landspolitiski samskipari, Freddy Superlano, rændur, skrivar flokkurin á sosiala miðlinum X.
Sambært flokkinum varð hann noyddur við av monnum í svørtum klæðum.
Fleiri staðni í Venesuela vóru mótmælisgongur mánadagin eftir eitt umstrítt forsetaval, sum var sunnudagin.
Trygdarfólkini skutu gummiskot og táragass móti vreiðum mótmælisfólkum, sum halda, at Maduro og stjórn hansara hava snýtt seg til afturval.
Í høvuðsstaðnum Caracas streymaðu túsundtals fólk út á gøturnar mánakvøldið.
- Frælsi, frælsi, róptu tey.
- Stjórnin fellur, var eitt annað slagorð.
Mótmælisgongurnar halda væntandi fram komandi tíðina.
Maduro varð afturvaldur við 51 prosentum av atkvøðunum, vísir almenna úrslitið frá valnevndini í landinum.
Valhølini høvdu annars víst á ein stórsigur til valevnið hjá andstøðuni, Edmundo Gonzalez Urrutia.
Andstøðan heldur, at umfatandi valsvik er farið fram. Egnu dátur vísa á, at Urrutia í roynd og veru fær minst 70 prosent av atkvøðunum.
Andstøðan sigur seg hava atgongd til skráseting av yvir 73 prosentum av givnu atkvøðunum. Sambært andstøðuni vísa hesi tøl, at Urrutia hevur fingið meira enn tvær ferðir so nógvar atkvøður sum Maduro.
Ein røð av londum í Suðuramerika umframt USA og ES hava heitt á venezuelansku myndugleikarnar um at leggja fram eina gjøgnumskygda frágreiðing um, hvussu atkvøðurnar vórðu givnar og taldar.
Týsdagin boðaði felagsskapurin OAS, sum hevur 35 limalond í Norður- og Suðuramerika, frá, at hann ikki kann viðurkenna almennu valúrslitini.
Hetta kemst av "undantaksmanipulatión" av valúrslitinum, boðar OAS frá.
Samtakið vísir millum annað á, at valnevndin í Venesuela, sum er hægsti valmyndugleiki í landinum, hevur fleiri ferðir fyrr víst seg at vera partísk til fyrimuns fyri Maduro og hansara sosialistiska flokk.
/ritzau/AFP