Florin Raducioiu var í 1993 eitt heitt navn í fótbóltsevropa. Eftir eitt gott ár í italska Brescia skifti framherjin til stórfelagið AC Milan. Tað var í tíðini sum spælarin hjá AC Milan, at Florin Raducioiu kom til Føroyar við rumenska landsliðnum.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini - ella trýsta HER
Fyri føroyska landsliðið var talan um seinasta dystin í eini vánaligari undankapping. HM 1994 undankappingin byrjaði í Rumenia, har okkara taptu 7-0. Hálvt annað ár eftir er seinasti dysturin í undankappingini – somuleiðis móti Rumenia.
Les eisini: (1. partur) Tá Hagi søkti Føroyar
Úrslitið bleiv ein tryggur 4-0 sigur til Rumenia. Sermerkt fyri dystin var, at Florin Raducioiu skoraði øll fýra málini. Hetta setti punktum fyri eina undankapping, har okkara ikki megnaðu at fáa nakað stig – og bara eitt mál.
Føroyar – Rumenia 0-4 (0-1)
0-1 Florin Raducioiu, 23
0-2 Florin Raducioiu, 58
0-3 Florin Raducioiu, 60
0-4 Florin Raducioiu, 76
Føroyar: Jens Martin Knudsen – Jóannes Jakobsen, Óli Johannesen, Jan Dam – Alvi Justinussen, Magni Janskor, Øssur Hansen(Páll á Reynatúgvu, 76.min), Allan Mørkøre(Rúni Nolsøe, 78.min), Ábraham Løkin, Kári Reynheim – Kurt Mørkøre
Á bonkinum: Kaj Leo H. Johannesen, Eyðfinn Olsen, Torbjørn Jensen
Venjarar: Jóhan Nielsen og Jógvan Norðbúð