Ein bilførari, sum koyrdi ov skjótt í Norðoyatunlinum, fekk klipp í koyrikortið.
Løgreglan gjørdi eisini kanningar við Lambareiði har teir serliga hildu eyga við, um bilar koyrdu um sperruflatur á vegnum – har strikur eru málaðar á vegin sum vísa, hvar bilar ikki skulu koyra.
Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra um hesar avmarkingar á vegnum.