Fýra flokkar hava javnstøðu á listanum

Tilsamans er javnstøðan innan fyri karmarnar á javnstøðulógini, sum sigur, at í minsta lagi 40 prosent skulu vera av báðum kynum.

 

Javnstøðulógin er tó ikki galdandi fyri Løgtingið ella fyri uppstilling til Løgtingið. Men tilsamans halda flokkarnir seg akkurát innan fyri karmarnar á javnstøðulógini, tí uppstillaðar eru tilsamans 40,1 prosent av kvinnum og 59,9 prosent av monnum. Men tað er eitt sindur ymiskt í flokkunum.

Javnastu umboðanina hevur Javnaðarflokkurin, sum hevur 18 valevni av hvørjum kyni. 50 prosent kvinnur og 50 prosent menn.

Næstur er Sambandsflokkurin, sum hevur 45 prosent kvinnur og 55 prosent menn.

Nummar trý er Fólkaflokkurin, sum hevur 42 prosent kvinnur og 58 prosent menn.

Á fjórða plássið er Framsókn, sum hevur 41 prosent kvinnur og 59 prosent menn.

Hesir fýra flokkar hava gjørt uppstilling, sum er innan fyri karmarnar á javnstøðulógini, har í minsta lagi 40 prosent er av báðum kynum.

Tjóðveldi, sum annars fekk fimm kvinnur og ein mann valdan á ting seinast, heldur seg akkurát uttan fyri ásetingarnar í javnstøðulógini. Hjá Tjóðveldi eru 39 prosent kvinnur og 61 prosent menn.

Hjá Miðflokkinum er býtið 36 prosent kvinnur og 64 prosent menn.

Og aftastur við javnstøðu er Sjálvstýri, har býtið er 24 prosent kvinnur og 76 prosent menn.

Soleiðis er býtið millum kynini á listunum hjá teimum sjey flokkunum, sum stilla upp til Løgtingsvalið 8. desember:

 

  

Kvinnur %

 
 

Menn %

 
 

Javnaðarflokkurin

 
 

50

 
 

50

 
 

Sambandsflokkurin

 
 

45

 
 

55

 
 

Fólkaflokkurin

 
 

42

 
 

58

 
 

Framsókn

 
 

41

 
 

59

 
 

Tjóðveldi

 
 

39

 
 

61

 
 

Miiðflokkurin

 
 

36

 
 

64

 
 

Sjálvstýri

 
 

24

 
 

76