Myndina eigur Hjaltur Poulsen

Fýra føroysk uppsjóvarskip eru á odda

Tað vísir eitt íslendskt yvirlit, sum heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag í dag hevur lagt út

Myndina eigur Hjaltur Poulsen

Íslendskt yvirlit yvir fiskiskapin hjá føroyskum og íslendskum uppsjóvarskipum vísir, at Christian í Grótinum hevur fiskað mest higartil í ár.

 

Við í yvirlitinum eru fiskasløgini, makrelur, sild og svartkjaftur.

 

- Føroysk skip eru á fýra teimum fremstu plássunum í einum íslendskum yvirliti um fiskiskapin hjá íslendskum og føroyskum uppsjóvarskipum í íslendskum og føroyskum sjógvi í ár.   

 

Føroya Fiskimannafelag vísir á, at Christian í Grótinum er liggur ovastur og hevur landað stívliga 54.000 tons.

 

Eftir Christian í Grótinum koma Norðingur við stívliga 49.000 tonsum, Borgarin við sløkum 47.000 og Fagraberg við 45.700 tonsum.

 

- 43 skip eru á íslendska listanum. Tey hava frá 1. januar til 25. oktober í ár landað tilsamans 930.000 tons av uppsjóvarfiski, veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga í dag.

 

Sí partar av yvirilitinum her niðanfyri, sum íslendski miðilin - Aflafréttir - hevur gjørt: www.aflafrettir.is/frettir/grein/uppsjavarskip-arid-2024-island-og-faereyjar-nr8/9526

 

Alt yvirlitið sæst eisini um heimasíðuna hjá Føroya Fiskimannafelag og á leinkjuni beint her omanfyri.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Myndina eigur Hjaltur Poulsen