Mynd: Dávur Winther.

Fýra frystilínuskip eru í grønlendskum sjógvi

Um útlitini til útróður í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin er harður, men veðrið er gott. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

Mynd: Dávur Winther.

Av teimum ísfiskalínuskipum, er eitt til fiskiskap í løtuni.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Ivasamt er, um skipið kemur inn at landa í næstu viku.

 

Um frystilínuskipini verður sagt, at eitt fiskar undir Føroyum, fýra fiska í grønlendskum sjógvi, og eitt er á veg yvir á Flemish Kap.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, verður lagt aftrat.

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin er harður, men veðrið er gott.

 

- So vit vænta nakað av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátun er smáligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Mynd: Dávur Winther.