Báturin hjá norsku alifyritøkuni Salmars hvarv, tá Amy-ódnin herjaði í Noregi. Fýra mánaðir seinni varð hann funnin aftur á einum flúri út fyri Lovund, einari 300 kilometrar burtur av leið.
- Tað fyrsta, vit hugsaðu, tá vit sóu bátin uppi á flúrinum, var, at vit vildu sleppa umborð og síggja, um nakar var í bátinum, sigur Daniel Johansen, sum býr í Lovund í Noregi.
Eftir eina løtu kom hann at hugsa um, at alifelagið Salmar á Frøya fyri mánaðum síðan hevði lýst og spurt, um fólk vildi halda eyguni við einum báti, sum felagið hevði mist.
- Eg ringdi beinanvegin til alifelagið, og tá fekk eg váttað, at hetta var báturin hjá teimum, og tá visti eg eisini, at so vóru eingi fólk í bátinum, sigur hann við norska kringvarpið, NRK.
##med2##
Meira um hesa serstøku søgu kann lesast á hesari leinkju - https://www.nrk.no/nordland/baten-dukket-opp-pa-et-skjaer-fire-maneder-etter-stormen-1.17738608












