Seinasta fríggjadag og leygardag varð skipað fyri ruddingardegi í Hvalba og Sandvík.
Ruddingadagurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak, og seinastu árini hevur dagurin verið í samstarvi við tiltakið, Rudda Føroyar.
Undanfarin ár hevur Hvalbiar kommuna bjóðað borgarunum til morgunmat í Roynhøllini, áðrenn farið varð út at rudda.
- Men, í ár varð tó avgjørt at byrja ruddingina fríggjadag frá klokkan 15, og síðan bjóðaði kommunan til suppu klokkan 18 fríggjakvøld heldur enn morgunmat.
Orsøkin til, at hetta varð gjørt øðrvísi í ár enn undanfarin ár, var, at nógvar kappingar vóru hjá ungdómsdeildini hjá Royn leygardagin.
- Eini 50 fólk vóru við og ruddaðu í Hvalba og Nesi, siga tey í Hvalbiar kommunu.
Leygardagin 16. september var so ruddingardagur í Sandvík.
- Her bjóðaði kommunan morgunmat frá klokkan 9.30 í Ranhøll. Síðan varð farið út at rudda, eitt nú stóra sandin í Sandvík, og her luttóku eini 10 fólk.
##med2##
Í Hvalbiar kommunu eru tey væl nøgd við ruddingardagarnar í Hvalba og Sandvík, og her takka tey øllum teimum, sum tóku lut.
- Tilsamans vórðu fýra rúmmetrar av ruski burturbeindir, verður lagt aftrat.