»Lítil vika er til ólavsøku, og framvegis er óvist, hvør fer at halda ólavsøkuprædikuna. Bispur sigur seg ikki vita annað enn, at Ólavur Rasmussen heldur hana, meðan Ólavur sigur, at tað er ein nýggj støða fyri honum, at hann skal halda prædikuna.
Seinastu dagarnar hevur verið teskað í krókunum um, at óvissa hevur stungið seg upp, um hvør skal halda ólavsøkuprædikuna í ár. Vanlig mannagongd er, at tað er tann nýggjasti presturin, sum fær heiðurin at halda prædikuna ólavsøkudag. Seinnu árini eru fleiri nýggir prestir settir, og tískil fellur valið á tann av nýggju prestunum, ið hevur verið longst í prestastarvinum.
Í ár hevur Hans Jacob Joensen, bispur, heitt á Ólav Rasmussen, sum hevur verið longst í prestastarvinum, um at halda prædikuna. Óvissa hevur kortini tikið seg upp lítla viku áðrenn ólavsøkuprædikan skal haldast. Í tíðindaskrivi og í lýsing hevur Føroya Stiftstjórn boðað frá, at tað er Ólavur Rasmussen, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ár. Tá vit mikumorgunin hittu Hans Jacob Joensen, bisp, á máli, hvør prestur verður á prædikustólinum ólavsøkudag, svarar bispur, at hann veit ikki annað, enn at tað er Ólavur Rasmussen sum heldur prædikuna, tí hann hevur ikki fingið nakra formliga umbøn frá Ólavi um at sleppa undan at halda prædikuna.
Tá vit so vendu okkum til Ólav Rasmussen um nakað hald var í leysatíðindunum um, at hann ikki fer at halda prædikuna, svarar Ólavur, at tað verður Inga Poulsen Dam, sum skal halda hana. Tá vit nevna fyri Ólavi, at bispur sigur, at tað hann sum skal halda hana, gerst hann eitt sindur skakkur, og sigur, at tað er ein nýggj støða fyri honum, tí hann helt, at tað var Inga Poulsen Dam, sum heldur prædikuna.
Inga Poulsen Dam, sum er prestur í Vága Prestadømi, er næst Ólavi í røðini at halda ólavsøkuprædiku, og verður tað ikki Ólavur, so fellur heiðurin á Ingu Poulsen Dam.
Inga Poulsen Dam veit einki um, at tað er hon sum skal fyrireika seg til at vera á prædikustólinum í Dómkirkjuni ólavsøkudag og sigur, at tað er Ólavur sum hevur fingið ta uppgávuna í ár, og vísir okkum síðan til bisp.
Hvussu verður og ikki ólavsøkudag, so er vist, at nú lítla viku undan ólavsøku, so er eingin farin undir at skriva ólavsøkuprædikuna, tí framvegis er ikki heilt greitt, hvør skal halda prædikuna.«
Øll hendan orrustan endaði við, at tað varð Inga Poulsen Dam, prestur í Vága Prestadømi, sum helt prædikuna – hóast hon fekk stutt skotbráð at fyrireika seg.