Sunnumorgunin fyri 10 árum síðani klokkan níggju var ein løgreglubilur, sum var á veg til G! Festivalin úti fyri ferðsluóhappi. Eingi fólk komu til skaða, men løgreglu- bilurin og ein persónbilur fóru sera illa, skrivaði Sosialurin. Vit endurgeva úr greinini:
» – Tað er ikki á hvørjum degi, at ein løgreglubilur kemur út fyri tí, eysturoyingar vóru vitni til sunnumorgunin. Í sambandi við eina yvirháling var samanstoytur millum ein løgreglubil og ein privatbil, og hóast eingin mansskaði var, var talan um stóran materiellan skaða. Løgreglubilurin er ikki staðfestur vrak, men ivasamt er, um hann aftur verður tikin í nýtslu.
Óhappið fór fram við Statoil støðina á Saltangará. Tveir løgreglumenn í løgreglubilinum vóru á veg til stóra G! Festivalin í Gøtu, og tá teir yvirhálaðu ein privatbil, brustu bilarnir báðir fyrst saman, áðrenn løgreglubilurin varð slongdur inn í ein anhengara og eina flaggstong á parkeringsøkinum hjá Statoil. Privatbilurin fekk eisini skaða, tó ikki so álvarsaman sum talan var um hjá politibilinum.
- Ferðin ikki ov høg.
Av løgreglustøðini í Runavík verður sagt, at talan ikki var um ov høga ferð. - Tá politiið verður boðsent, hava vit altíð skund, men talan var ikki um eina skilaleysa koyring við ov høgari ferð, men heldur um eitt keðiligt óhapp. Vit skuldu yvirhála bilin frammanfyri, men í eini misskiljing endaði tað, sum tað gjørdi, verður sagt av politistøðini í Runavík.
Politibilurin fór illa í ferðsluóhappinum við Statoil støðina við Saltangará sunnumorgunin
Líkamikið hvør orsøkin var, var talan um ein heldur óvanligan tilburð, við tað at sjálvur politibilurin hesaferð kom illa fyri, men til alla lukku sluppu báðir løgreglumennirnir og einasti persónurin í privatbilinum undan nøkrum stórvegis skaða í ferðsluóhappinum á Saltangará«, skrivaði Sosialurin fyri 10 árum síðani.