Fyri ella ímóti einum valdømi

Tað er ein ikki sørt ørkymlandi støða vit eru í, nú at eitt løgting og ein landsstýrissamgonga í upploysn skulu gera av, um føroysku valdømini skulu avtakast ella ikki

Jaspur Vang

Varaløgtingsumboð Sambandsfloksins í Suðuroy

 

 

 

 

Eftir almikið fjølmiðlarumbul seinastu vikurnar og eftir at okkara fremstu politikarar sínámillum hava gjørt - og brotið avtalur, sum álíkaval ikki vóru avtalur, er tað í hesum døgum uttan iva mangur føroyingur úti um landið, sum spyr seg sjálvan, hvørt tað er rætt, so tætt upp undir løgtingsval og sum liður í einum valstríði, her og nú at kollvelta løgtingsvallógina, sum síðani 1852 hevur verið - og er ein hornasteinur í okkara fólkaræði. Alt hettar grundað á eitt tunt skrivað A4-ark og eftir nakað av fjølmiðlastýrdum kjaki/kegli millum landspolitikarar, har miðstaðarøkið og útjaðarin eru sett upp ímóti hvør øðrum.

 

Londini uttan um okkum

Í framkomnum londum verða slíkar lógarbroytingar gjørdar eftir grundleggjandi og djúptøki forarbeiði. Hettar m.a. fyri at fyribyrgja “Gerrymandering” (tilsnikkan av lóggávuni til egnan fyrimun hjá ávísum politikarum) og annars við tí endamálið at tryggja demokratiið og fyribyrgja “bananrepublikanskum” tilstandum, har tilvildin og stuttskygni ræður.

Í onkrum av grannalondum okkara verða slíkar lógarbroytingar harumframt mettar at hava so grundleggjandi og principiellan týdning fyri demokratiið, at broytingarnar skulu verða viðtiknar av tveimum fylgjandi lóggevandi forsamlingum, áðrenn tær kunnu fáa gildi.

Hvussu stór virðingin fyri demokratinum er her hjá okkum, kunnu vit hvør sær gera okkum okkara tankar um, soleiðis sum støðan er í løtuni.

 

Hví gera júst sama mistak sum Grønland?

Av grannalondum okkara er tað bert Grønland, sum er skipað sum eitt valdømi. Úrslitið er, at í dag búgva 19 av 31 landstingsmonnum í høvuðstaði grønlendinga, Nuuk, umframt at vanligi grøn-lendingurin úti um landið kennir seg politiskt forfjónaðan, eins og økini úti um landið kenna seg afturúrsigld. Grundað á m.a. hesi viðurskifti, hevur grønlendski landsstýrisformaðurin sagt føroyskum fjølmiðlum, at vallóg grønlendinga fer at verða endurskoða í nærmastu framtíð, eins og tingformaður grønlendinga, Jonathan Motzfeldt, hevur givið til kennar, at neyðugt er við sterkum kommunalum eindum, skal eitt land verða skipað sum eitt valdømi.

Seinastu vikurnar hava eisini okkara egnu serfrøðingar á økinum, umframt fyrrverandi løgmaður, sum ikki longur er aktivur í føroyskum politikki, staðiliga ávarað ímóti at fremja vallógarkoll-veltingina á so tunnum grundarlag og við so stuttum skotbrá. Víst hevur verið á, at vit m.a. als ikki kenna fylgjurnar av at seta slíka lógarbroyting í verk.

Løgið er tað, at vit ikki læra av hesum, men, so sum mangt bendir á, í eini handavending í 12. tíma áðrenn løgtingsval, gera somu mistøk, sum grønlendskir politikarar hava gjørt.

 

Vallógarkollvelting uttan forarbeiði.

Undanfarnað samgonga setti sær fyri at gera nýggja føroyska grundlóg og setti í tí sambandi nevnd at lýsa málið og gera lógaruppskot. Politiskt er hettar mál enn ikki liðugt viðgjørt.

Tá stýrisskipan okkara varð broytt, fór umfatandi forarbeiði framm í áravís, áðrenn málið loksins varð lagt fyri Løgtingið, har tað fekk neyðuga viðgerð, áðrenn tað varð samtykt.

Tá fiskidagaskipan okkara árliga verður dagførd, verða drúgv álit skrivað og viðgjørd, áðrenn støða verður tikin.

Soleiðis kundi ein hildi áframm at nevnt dømi, har tað í málum at stórum týdningi fyri land okkara, sjálvsagt verður gjørt neyðugt, djúptøki og so vítt møguligt politiskt óheft forarbeiði, áðrenn mál verða løgd fyri Føroya Løgting til støðutakan.

Vallógarkollveltingin, hvørs høvuðsendamál er at gera Føroyar til eitt valdømi, er eitt ovurstórt inntriv í okkara demokratisku skipan, galdandi demokratiskar mannagongdir, siðvenjur annars og hugsunarhátt. Eydnast kollveltingin, fer tað ivaleyst at hava við sær, at politisku feløgini kring landið verða avtikin. Hettar við tí úrsliti, at uppstillingin til løgtingsval verður sentralt stýrd av floksleiðslunum, sum eins og í dag, til løgtings- og fólkatingsval fara at tilluta valevnunum marknaðarføring, t.v.s. talutíð í fjølmiðlunum, lýsingarpláss í bløðunum v.m. Sum er, sita tey valdu løgtingsumboðini á evstu maktini í floksleiðslunum í flest øllum føroysku politisku flokkunum. Ein og hvør kann tí ímynda sær, hvør tá fult og heilt fær buktina um báðar endarnar. Áhugin fyri lands-politikki úti um landið og kenslan av at vera partur av politisku skipanini, verður har eftir og fer mest sannlíkt harvið eisini at fána burtur, eins og gongdin sigst vera í Grønlandi.

Kollveltingin fer soleiðis at fáa munandi størri ítøkiliga ávirkan á framtíðarsamfelagið Føroyar og gerandisdagin hjá vanliga føroyingin úti um landið, enn bæði omanfyri nevnda fullveldisgrundlóg og fyri so vítt eisini stýrisskipanararlógin.

Havandi í huga, at almennu grundgevingnar fyri vallógarkollveltingini bert eru eitt tunt skrivað A4-ark, har subjektivu sjónarmiðini hjá uppskotsstillaranum kritikleyst eru leysliga snikkað til av onkrum løgfrøðingi (sí tingmál nr. 5/2007), er talan um ómetaliga lítla virðing fyri grundleggjandi demokratiskum princippum, vinnur uppskotið frama.

 

Landspolitiska maktjavnvágin

Galdandi vallóg tryggjar økjunum kring landið rímiliga løgtingsumboðan, soleiðis sum lóggávan eisini ger tað í flestum øðrum framkomnum demokratiskum londum.

Við fyriliggjandi vallógaruppskotið um eitt valdømi, verður henda minnilutaverndin í føroysku demokratisku skipanini avtikin og einki sett í staðin.

Flest øll eru samd um, at økini úti um landið sum frálíður tí verða stóri taparin.

 

Landspolitikkur og lokalpolitikkur

Ein høvuðsgrundgeving fyri at gera Føroyar til eitt valdømi hevur verið, at við einum valdømi verður lokalpolitikkur førdur í kommununum og landspolitikkur á løgtingi.

Øll vita vit, at fortreytirnar fyri hesum eru ikki til staðar. Skal lokalpolitikkur loysast frá lands-politikki, verður neyðugt at

 

greiða uppgávu og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur,

seta í verk eina inntøku- og útreiðsluútjavning millum kommurnar, soleiðis sum vit kenna tað frá londunum uttan um okkum, eins og neyðugt verður at

skipa Føroyar í størri kommunalar eindir.

 

Tey, sum hava fylgt nóg væl við í kjakinum í fjølmiðlunum minnast, at nógvir løgtingslimir tóku undir við hesum sjónarmiði og søgdu tað vera fortreytin fyri, at teir tóku undir við uppskotinum um eitt valdømi.

So líðandi øktust fjølmiðlatrýstið og harvið kravið frá veljararunum í atkvøðuríkasta økinum í landinum. Úrslitið er, at nevndu løgtingslimir sleptu hesum fortreytum og nú treytaleyst tykjast taka undir við, at Føroyar skulu verða eitt valdømi.

Hendan gongdin er ivaleyst fyrsta dømið um, hvussu verður, gerðast Føroyar eitt valdømi. Hvørt vit tá fara at kalla tað lokalpolitikk ella landspolitik, fer at valdast um eygað, sum sær. Lokalpolitikki, hvat tað so enn er, sleppa vit undir ongum umstøðum undan.

 

Samanumtikið

Nú so stutt tíð er eftir av valskeiðinum og soleiðis sum arbeiðslagið er á Løgtingi og í landstýrinum, eru ikki umstøður at fremja eina so kollveltandi vallógarbroyting, sum talan er um.

Við virðing fyri demokratinum og harvið Føroya Fólki, hevði tí verið skilabest, um uppskotið um vallógarbroyting eftir komandi løgtingsval fekk neyðuga demokratiska viðgerð og síðani varð lagt fyri Løgtingið til støðutakan.

Á Tvøroyri tann 21. oktober 2007.