Spanska høvuðsstaðarliðið, Real Madrid hevur eina langa og stolta søgu við nógvum evropeiskum og heimligum sigrum og meistaraheitum.
Í dag skrivaði Real Madrid søgu á ein heilt serligan hátt. Real Madrid byrjaði útidystin í La Liga móti Villareal leygarkvøldið við 11 útlendingum. Tað er aldrin komið fyri fyrr í 121 ára longu søguni hjá Real Madrid.
Villareal vann annars dystin 2-1.
##med2##
Besta liðið hjá Real Madrid spældi sostatt 4.436 almennar dystir áðrenn tað kom fyri fyrstu ferð, at eingin spanióli byrjaði inni fyri liðið í einum almennum kappingardysti.
Marco Asensio og Lucas Vazquez komu tó á vøllin í seinna hálvleiki, so Real Madrid endaði hóast alt dystin við tveimum spaniólium á vøllinum.