FYRI VESTAN: Brot úr Vágs útróðrarsögu

Finnur Johansen
-----
Dorius Jacobsen sigur frá, tá hann róði út av Vágseiði. Dorius, ið var föddur í 1892, var ättaður úr Tjörnustovu í Norðagötu. Hann fiskaði við skipum í Vági frá 1907, í 1914 flutti hann til Vágs at búgva, og í 1925 fór hann at koyra bil. Frásögnin hjá Doriusi er frá 1981. Hetta er seinni partur.

Báturin
Í bátinum vóru árar, mastur og segl, stýri og eyskar. Sum oftast hövdu teir flestu eisini eina spann at hava at taka til, gjötdist tað neyðugt. Skutfestan stóð föst í barholinum, og varð tá hon ikki varð brúkt lögd um stavnin. Masturin varð gjørd föst í bäði borð, og stóð eitt sindur aftureftir. Viðhvört róðu vit, tað er ikki so langt at rógva, men skuldu vit heilt vestur fyri Famjin var tað nakað langt. Var hann landnyrðingur, so kundu vit sigla bindievnið báðar vegir. Tað kundi vera pent at síggja bátar koma fyri Múlatanga við fullum seglum. So prátaðu teir um, hvussu nógv hasin hevði fiskað, tað sást hvussu tungur hann var.

Fiskiamboð.
Vit hövdu tað gamla slagið við teini og tveimum húkum og loddi. So brúkti vit tveir pilkar, Bara ein húkur var í hvørjum pilki. Pilkarnar stoyptu vit uppí sjálvir. Vit hövdu ongantíð línu vestanfyri.
Tað var so góð fiskileið vestanfyri, at vit sótu allan dagin og fingu oftast väl av fiski, so góð fiskileið er vestanfyri. Vit vóru so lítið til miðis. Vit róku fyri tað mesta, men líðarbröðurnir vistu fleiri mið, longumið eisini.

Agn
Agnið var mest gogga. Hana fiskaðu vit sjálvir fram við landi. Magnus bað ofta menninar, sum einki gjördu, um at fara at fiska goggur. Kúvingaskip hövdu vit eisini. Tey lógu vesturi við Garðabrúgv og úti á fjörinum. Um morgunin varð so farið eftir goggum áðrenn farið varð til útróðrar. Tað varð ikki farið eftir goggunum fyrr enn vit fóri til útróðrar, fyri at tär ikki skuldu doyggja. Goggurnar vóðu koyrdar í ein posa og so niður í ein leyp og borið vestur á Eiðið. Tað rann úr teimum, so ofta vórðu vit vátir um ryggin, so viðhvört fingu vit karm áðrenn vit fóru á flot, ofta vórðu undirkläðini eisini nakað vát.

Kläði
Tá brúktu vit skölingar og oljuhosur. Tär vórðu seymaðar úr stóti og ferniseraðar, seymaðar dupultar og vóru óföra tättar. Tär mintu um parhosur, og rukku upp á lörini. Föroyskar hosur hövdu vit innanundir og skölingar uttaná. Skölingarnir vórðu stikaðir saman, og tjúkkir, frálíkir at ganga í fyri ikki at glíða. Teir vórðu bundnir við tveingjum sum á húðaskógvur.
Gummistivlar brúktu vit ikki, tí tað var so hált. Tað var slíggjað, og tað var hella, so eingin fekk fótað sär í stivlum. Vit skuldu bera fiskin eftir helluni eisini.
Kläðini vóru annars föroysk undirkläði, troyggja og vöttur. Buksurnar vóru vadmalsbuksur, tað eg minnist. Fáir brúktu föroyskar buksur. Á hövdinum hövdu vit hettu og útsynning. Oljukläði hövdu vit eisini til útróðrar, sum veðrið var til, men bara svintu í góðum veðri. Svintan varð seymað úr stouti og ferniserað.
Roðkläði brúkti eg, tá eg róði út, áðrenn eg kom suður. Tey vórðu rend undir kav, fyri at linka tey. Eitt rykkjuband var um miðjuna. Roðbuksurnar rukku niður um knä. Eg minnist ikki um vit eisini hövdu stúku. Vit brúktu bara roðkläði tá vit fiskaðu, ikki tá vit róðu, og tá tað var turt í veðrinum.
Oljukläði vóru longu at fáa í 1914, tá eg sum ungur var til skips. Tey vóru opin nakað niður, men tey vóru hvöss at vera í, so eg brúkti turrikläði um hálsin. Oljukläðini fingust bäði sum oljudansur og sum buksur og troyggja. Umborð á skipi, ikki minst í illveðri, var ofta betri við buksum og troyggju, tá tað skuldi repast, tí teir skuldu loypa inn í seglið.
Onkur hevði fingið hendur á dobbum, sum eingilskmenninir brúktu, og sum vóru gjördir sum oljufrakkar, men úr toyi. Teir vóru so lýggir. Á hondunum hövdu vit föroyskar vöttur.



Brim á Vágseiði. Múlatangi, Múlin og Múlagjógv. Vinstrumegin nýggi rennistrongurin.

Fara og koma
Viðhvört fóru vit undan Kleivini og lendu aftur har. Viðhvört fóru vit úr Múlagjógv. Tað kundi vera á somu ätt, á landnyðringi, um tað var kyrt. Men undir Kleivini rúmaðist ikki meira enn tveir, tríggir bátar. Har var so lítið pláss. Vit tyssaðu fiskin upp á bond, og drógu hann upp á Lágklett. Fiskurin varð borin niðan til vegin, kruvdur og avhövdarður.

Tá farið varð
Var útróðrarveður, varð ofta farið so tíðliga vestur, at vit vóru vesturi fyri Famjin, tá tað fór at lýsa. Vit fóru umleið ein góðan tíma, áðrenn tað fór at lýsa. Tí tað tók nökulunda ein tíma at rógva av Eiðinum og vestur fyri Famjin, tað var eg við til, tá róð varð í grind, og kanska eitt sindur longri, tá vit fóru út at rógva. Vit fóru um 5, 6-tíðina um morgunin.
Tá vit fóru undan Kleivini, varð farið millum ein boða og land. So skal verða róð suður við Heltnunum, nakað langt suður, ímóti endanum og so vestur í hav. Verður farið undan Kleivini og beint út við Múlatanga, so er ein grynna mitt í kjaftinum á Múlagjógv. Tí róðu teir altíð nakað suður við Helvtnunum, suður ímóti endanum, og so lögdu teir vestur í havið. Har var gott at vera kunnigur.
Tað var nokk so ofta, at ikki farandi var undan Kleivini, men har vesturi. Tað var á somu ätt, men har var djúpari og betri pláss. Tað sama var at lenda.

Fiskileiðir
Tá Magnus Dahl var ungur, róðu teir út fyri vestan viðhvört. Hann segði mär frá, när longan tók best, tá tað rak so og so. Tú fekkst bara longu eitt stutt skifti, so mátti tú rógva afturá aftur.
Eitt mið ät Gulakkur. Eitt ät Bakkamiðið. Ein gamal maður, Johan í Garðinum, hann var pápi Óla Kali, segði mär tað, tá vit vóru úti við honum ein dagin, tey ýtini minnist eg enn. Teir skuldu rógva út suður úr tanganum, Múlatanga, til Akrabergstangi kom undan, og so Nesið undan Skúvanesi. Tað var Bakkamiðið. Vit brúktu altíð snöri, ongantíð línu.

Tá fiskað varð
Á teimum flestu bátunum vóru fimm mans, okkurt sexmannafar var. Tá fiskað varð, sat ein í hvörjari rong, ein á toftini, ein í eysrúminum, og fimti maðurin andövdi. Formaðurin plagdi at sita á toftubekki. Hann vendi sär aftureftir. Um tveir sótu á toftibekki, vendi annar sär frameftir.

Aftur av útróðri
Vanliga komu vit aftur nokkso tíðliga á degi, men viðhvört varð tað seint. Ofta eftir at tað var vorðið myrkt. Tað tók so langa tíð at kryvja, tá vit hövdu fiskað nógv, og so at bera heim.
Tá vit komu aftur av útróðri, og vit lendu í Múlagjógv, skuldu vit koma so tätt inn við Múlatanga, sum vit kundu koma, tá slapst tú undan grynnini. Inn við tanganum var steldjúpt. Uttanfyri er reint.

Kryvja og bera heim
Vit kruvdu allan fiskin, áðrenn vit fóru at bera heim. So fór hvör við sínum leypi, og tað vóru fleiri gongur, tá nógvur fiskur var, tvär og tríggjar gongur viðhvört, allan vegin heim á Garðarnar. Summi heilt á Löghamar. Onkur bar líka út á Tjörn. Vit bóru í leypi, upp í 120 pund í leypinum. Nökur konufólk bóru fisk heim. Tär vóru raskar. Tär komu gjarna vestur við kaffi, tá bátarnir komu aftur at landi, tär hövdu leyp við. Eg minnist serliga tríggjar av teimum. Tað var Kristina inni á Bakka, Kristina Joensen, hon er ättað úr Famjin, gift við Jens Mohr í Líðini, Jacobina á Smillheygg, dóttir Óla á Smillheygg og tann eg giftist við, Anna Sofía Augustinussen. Tär tríggjar bóru heim á Garðarnar. Tað lätti eina gongd hjá okkum.



Múlatangi og Múlin.

Fiskiskapur
Tað var misjavnt, hvussu nógv vit fiskaðu ein dag, frá 10 upp í 20 centnarar. 20 centnarar var góður dagur. Áðrenn eg gavst var tað so, at fingu vit 10 krónur í part ein dag, tá var nógv fiskað. Eg minnist ikki fiskaprísin, undir fyrra krígnum og stutt eftir tað, men tað var góður dagur tá.


1 centnari er hundrað pund, 50 kg.

Eiga tygun myndir, ið hava samband við útróður í Vági, hevði eg verið fegin, slapp eg at lána tär.

Finnur Johansen