Fyribils skulu vit bara lata koronu fáa frið at ganga

Tilburðirnir av koronu eru veksandi, men tað styrkir um mótstøðuførið til tann næsta bylgjan væntadi kemur - og vit skulu eisini taka ábyrgd fyri øðrum

Korona hevur allarhelst gingið í alt ár – men nú sær tað út til at tilburðirnir eru farnir at veksa í tali. Tað sigur Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, í tíðindunum á FM1. Hann sigur, at tað eru nógv fólk, sum hava havt sjúkurekin, sum minna um vanliga influensu, men tað kann saktans hava verið korona. Hann hevur tað fatan, at nú korona ikki longur er bólkað sum ein samfelagshóttandi sjúka, eru tað heilt nógv, sum ikki kanna seg og tí vita vit ikki, hvussu støðan er.

 

Men fyribils heldur hann, at vit skulu bara lata koronu fáa frið at ganga uttan at seta nøkur tiltøk í verk. Hann vísir á, at hóast hesir variantarnir, sum nú ganga, smitta rættiliga illa, vísir tað seg, at sjúkan er lutfalsliga mild, og fólk verða ikki innløgd við koronu longur, sum tey vóru tá ið teir upprunaligu variantarnir gingu. Kortini minnir hann á fólk um at taka ábyrgd og tí eiga fólk, sum føla seg sjúk, ikki at fara ímillum onnur og smitta tey. 

 

Samstundis eru nógv fólk koppsett, og nú verður eisini farið at koppseta tey, sum eru sjúk og veik, fyri fjórðu ferð. Og frá fyrsta oktober fáa øll yvir 50 tilboð um at verða koppsett fyri fjórðu ferð. Og hóast koppsetingarevnið ikki rakar snórabeint á teir variantar, sum ganga, styrkir tað kortini væl um mótstøðuførið.

 

Samstundis vísir hann á, at eisini tá ið vit fáa koronu, styrkir tað mótstøðuførið. Serfrøðingar vænta eina bylgju afturat í heyst og í vetur, men koppsetingarnar, og tað, at so nógv hava havt koronu, styrkir væl um mótstøðuførið. Tí eru vit heilt væl fyri at taka ímóti teirri næstu bylgjuni og vit eru nógv betur fyri enn vit vóru, tá ið korona tók seg upp. Sjálvur hevur Pál Weihe havt koronu tvær ferðir. Nú hevur hann tað gott, men tað skuldi helst verið við til at styrkt um mótstøðuførið til bylgjuna, sum allarhelst fer at koma í heyst.

 

Men kortini lúrir ein vandi, og hann er, at variantarnir, sum fara at ganga í heyst, fara at hava álvarsligari sjúkutekin við sær, men tað er ikki til at vita frammanundan.

 

Pál Weihe mælir øllum, sum fáa tað í boðið, at lata seg koppseta, tí tað hevur vart væl. Serliga heldur hann at gomul og veik, og fólk sum eru í viðgerð fyri gikt, krabbamein, ella aðrar sjúkur, eiga at umhugsa at lata seg koppseta. Men hann mælir eisini teimum yvir 50 at verða koppsett, tá ið tey fáa tað í boðið tann 1. oktober.

 

– Koppsetingin hevur tænt okkum væl, og hóast hon ikki rakar heilt snórabeint á teir variantarnar, sum ganga, styrkir hon kortini nógv um mótstøðuførið. Hann vísir á, at nú eru nógvar milliónir sproytur givnar fyri koronu, men tað er lítið og einki at frætta um nøkur hjáárin av týdningi.