Landsstýrismaðurin fyrireikar lóg um kópaveiðu

Láturkópastovnurin undir Føroyum er mettur at vera um 1.800 kópar. Teir eta tilsamans á leið 3.000 tons av fiski um árið, og landsstýrismaðurin heldur, at rúm er fyri burðardyggari kópaveiðu.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur biðið fyrisitingina fyrireika eitt uppskot til lóg um kópaveiðu.

 

Tað upplýsir hann í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum hevur sett honum ein grein 52a-fyrispurning um kópastovnin undir Føroyum og møguleikan fyri skipaðari veiðu.

 

Sambært landsstýrismanninum verður láturkópastovnurin mettur at vera um 1.800 kópar. Metingin byggir á teljingar, sum Havstovan hevur gjørt fram við landi um summarið í árunum 2018–2021 og aftur í 2026.

 

Í nýggjastu teljingini vórðu 1.500 kópar taldir. Tá hædd verður tikin fyri kópum, sum vóru burtur frá landi, verður samlaði stovnurin mettur til umleið 1.800 kópar. Teljingin bendir á, at stovnurin er vaksin seinastu árini.

 

Eta um 3.000 tons um árið

 

Ein miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3.000 tons árliga.

 

Ein eldri kanning av føðini hjá kópi vísti, at hann serliga etur tosk, seið, nebbasild og steinbít, vanliga fisk, sum er minni enn 30 sentimetrar.

 

Ferðingin hjá merktum kópum hevur víst, at teir mestu tíðina halda seg tætt inni við land. Tað er eisini eitt uppvakstrarøki hjá toski og upsa.

 

Havstovan hevur kortini ikki savnað miðvísa vitan um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført at seta beinleiðis tøl á ávirkanina, tí vistskipanin er so samansett.

 

Í stovnsmetingunum av botnfiski verður eitt náttúrligt árligt felli á 20 prosent roknað inn. Hetta fevnir eisini um fisk, sum kópur etur.

 

– Ein vaksandi kópastovnur kann tó kortini ávirka eitt nú toskastovnin og aðrar fiskastovnar, serliga nú toskastovnurin leingi er illa fyri, stendur í svarinum.

 

Heldur rúm vera fyri kópaveiðu

 

Bárður á Steig Nielsen heldur, at kópastovnurin eigur at verða gagnnýttur, um veiðan verður skipað á einum lívfrøðiliga burðardyggum grundarlagi.

 

Verandi stovnur er mettur at vera um 60 prosent av tí størsta kenda stovninum. Í 1963 varð stovnurin mettur til umleið 3.000 kópar. Hetta er sama fyrivarnismark, sum havumhvørvisfelagsskapurin NAMMCO hevur ásett fyri, nær ein stovnur kann metast at vera í burðardyggum standi.

 

Kópur verður heldur ikki longur skotin við alibrúk, og teljingarnar vísa eina lítla øking í stovninum. Tí kann sambært landsstýrismanninum væntast, at rúm er fyri burðardyggari kópaveiðu.

 

Havstovan arbeiðir við einari umsitingarætlan, har hesi viðurskiftini verða lýst nærri.

 

Veiðan krevur nýggja lóg

 

Eingin føroysk lóggáva skipar í løtuni kópaveiðu. Sambært náttúruverndarlógini kann veiða eftir villum djórum bert fara fram við heimild í lóg.

 

Landsstýrismaðurin hevur tí biðið fyrisitingina gera uppskot til eina kópaveiðulóg. Lógin skal millum annað áseta, hvussu veiðan verður útint við minst møguligum ampa fyri fólk, kóp og náttúru.

 

Eisini skal heimild vera at áseta friðingar, kvotur, veiðitíðir og veiðiøki. Uppskotið til kópalóg, sum varð lagt fyri Løgtingið í 2019, verður brúkt sum grundarlag undir arbeiðinum.

 

Harumframt verður neyðugt at broyta vápnalóggávuna, tí tað sambært djóravælferðarlógini er bannað at skjóta kóp við høgli. Støða skal eisini takast til, hvør kann fáa atgongd til veiðuna og lóglig vápn, og veiðifólk skulu fáa upplæring í tryggari veiðu og vápnahandfaring.

 

Kópur ber sandmaðk

 

Kópur er høvuðsvertur hjá sandmaðki. Eggini fara við skarninum á botn, har tey verða etin av botndjórum og síðan av fiski.

 

Toskur, sum etur á botni inni við land, hevur størri títtleika av sandmaðki enn seiður og hýsa, sum í størri mun eta uppi í sjónum ella útiá.

 

Sandmaðkur ávirkar vanliga ikki fiskin stórvegis, men fiskur við sandmaðki er minni leskiligur og kann tí missa virði.