? Uppgávan hjá fjølmiðlunum er fyrst og fremst at bera tíðindi út, og tað er eisini tað, sum vit liva av. Og tíverri eru slík sorgartíðindi eisini er partur av tí, sigur Eirikur Lindenskov.
Eirikur tosar millum annað um, at ferðsludeyði helst er ein tann størsta deyðorsøkin millum ung í dag, og tí heldur hann, at tað er av alstórum týdningi, at ljós verður varpað á hetta javnan.
Men hann staðfestir tó, at tað tíverri í flestu førum bert er talan um eitt upplop í nakrar dagar, og so doyr kjakið burtur, inntil ein onnur vanlukka er hend.
Hann heldur, at tað verður gjørt ov lítið við at lýsa um vandan sum heild. Og tá talan bert er um eitt upplop, so sigur hann seg skilja væl, at fólk bert uppfata hetta sum eina roynd at selja blaðið.
? Men tað er at taka ov rívan til, heldur Eirikur og vísir á, at tað eisin eru uppgávan hjá fjølmiðlunum at upplýsa og royna at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði á hesum økinum.
Vísa fyrilit
Mannagongdin á Sosialinum er, at tá slík sorgartíðindi berast, sum at eitt menniskja hevur latið lív í ferðsluni ella í aðrari vanlukku, so verða tíðindi ikki borin út, fyrr enn løgreglan hevur leysgivið tey.
? Og tað var eisini júst hendan mannagongdin, ið nýtt varð til hesa vanlukkuna, sum júst er hend, sigur Eirikur.
Um løgreglan ikki hevði váttað tíðindini, so vóru tey als ikki í blaðnum hendan dagin.
Blaðið roynir at vísa teimum avvarðandi fyrilit, og eins og hjá útvarpinum er tað eisini komið fyri á Sosialinum, at upplýsningar verða afturhildnir, sum ikki verða mettir at kunna fara í blaðið.
? Men samstundis er tað nakað fyribyrgjandi í at seta eina tílíka mynd í blaðið, sum var í hesum førinum, heldur blaðstjórin.
Tá tosað verður um tað fyribyrgjandi, sum er í greinum, innsløgum ella myndum um ferðsluvanlukkur, leggur Eirikur dent á, at javnvág má og skal vera millum tað fyribyrgjandi í tí og fyriliti fyri teimum avvarðandi.
? Vit meta, at tað er fyribyrgjandi, at fólk síggja slíkt, og okkara uppgáva er eisini at upplýsa um vandan, sum er, sigur hann.
Null-hugsjónin
Blaðstjórin sigur, at Sosialurin sær stórt í Null-hugsjónini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tað heldur hann eisini eigur at verða gjørt okkurt við.
? Tað er eisini ein uppgáva hjá okkum fjølmiðlum at fylgja hesum málinum upp, sum ein partur av upplýsing og fyribyrging, sigur hann.
Hann heldur, at Null hugsjónin er eitt gott samfelagsgagnligt mál, sum blaðið vil verða við til at fremja við upplýsingararbeiði, sum skal til.