Fyribyrging er vegurin fram

Familju- og trivnaðarmálaráðharrin, Bill Justinussen, ætlar sær komandi fýra árini at arbeiða miðvíst við at ávirka føroyska hugburðin um rúsandi evnir. Hetta skal gerast við upplýsing og ráðgeving, sum skal umfata allar landsins borgarar. Fólkaupplýsingina skal byrja longu í barnaúrunum.


<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri, ætlar at taka ítøkilig stig fyri at fyribyrgja, at fólk koma út í rúsevnismisnýtslu. Og at tað fer at merkjast hjá vanliga føroyinginum at sitandi landsstýri hevur sett ein ráðharra at taka sær av familju- og trivnaðarmálum, skal eingin vera í iva um, tí í framtíðini skulu allir borgarar umfatast av fyribyrgingartiltøkum til frama fyri at koma misnýtsluni av alkohol og øðrum euforiserandi evnum til lívs.<o:p></o:p>

- Fyribyrgjandi upplýsing, ráðgeving og hjálp eigur at umfata allar borgarar, tí allir borgarar eru potentiellir misnýtarar, sigur Bill Justinussen.<o:p></o:p>


Hann er varugur við vandan við at ávís fólk, millum annað tey, sum javnan nýta alkolohol, men ikki uppfata sítt brúk sum misbruk, kunnu kenna seg gingin ov nær av slíkum fyribyrgjandi tiltøkum, men ætlar ikki at setast aftur av teirri orsøk.<o:p></o:p>


- Vandi er altíð fyri, at fólk kenna seg gingin ov nær. Fólk vilja jú gjarna sjálv seta mørkini, heilt til tey missa tamarhaldið á støðuni, og myndugleikarnir mugu trakka til. Tí fær man eftir mínum tykki ongantíð fyribyrgt ov nógv, sigur Bill Justinussen.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Fyribyrging í skúlum og barnaansing<o:p></o:p>


At fyribyrgja misnýtslu er sambært Bill Justinussen millum annað at koma á tal við fólk, áðrenn tey koma í samband við rúsandi evnir, og tí hevur familju- og trivnaðarmálaráðharrin vent kikaranum ímóti almennu uppalingarstovnunum.<o:p></o:p>


- Fyribyrging eigur at byrja longu tíðliga í barnaárunum. Okkurt eigur at verða gjørt longu í almennu barnaansingarstovunum, og undir øllum umstøðum eigur fyribyrgjandi virksemi at vera partur av skúlanum, møguliga sum sjálvstøðug lærugrein ella sum partur av øðrum lærugreinum, sigur familju- og trivnaðarmálaráðharrin.<o:p></o:p>


- Eg veit at í hesum flyti eg meg inn á øki hjá mentamálaráðharranum, men tá man sum eg situr við familju- og trivnaðarmálum, má man allatíðina arbeiða saman við hinum ráðharrunum fyri at kunna fremja ítøkilig tiltøk.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Fíggjarligir fyrimunir við fyribyrging.<o:p></o:p>


Familju- og trivnaðarmálaráðharrin sær eisini fíggjarligar fyrimunir í virknari fyribyrging.<o:p></o:p>


- Kanst tú fyribyrgja at tíggju fólk fáa heilsuskaðar av rúsevnismisnýtslu, so hevur tú longu vunnið nógv. Um so hesi tíggju fólkini verða til sunnar og arbeiðandi samfelagsborgarar, so eru vit í teirri støðu, at fólk, sum annars høvdu kostað samfelagnum, ístaðin lata sítt til samfelagsbúskapin, og tá eru nógvir pengar spardir, sigur Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>