Klaksvík: Í ár eru tað 100 ár síðani at Christian Matras varð borin í heim, og tað er í tí sambandinum, at fyrilesturin verður hildin.
Tað verður Andrias Justesen av Viðareiði, ið fer at halda fyrilesturin. Hann fer at koma inn á nakrar høvuðstættir í skaldskapinum hjá Christiani Matras og millum annað at samanbera hann við undanfarnar føroyskar yrkjarar.
Fyrilesturin á Bókasavninum í Klaksvík verður mánakvøldið klokkan 19.00, og er tann fyrsti í eini røð av tiltøkum, sum verða hildin í vetur.