Fyrilestur um frammyndanir av føroysku sagnorðaskipanini

Í heyst og í vetur verður skipað fyri almennum fyrilestrum á Fróðskaparsetrinum. Lagt verður fyri mikukvøldið 26. august við einum fyrilestri við evni úr málfrøðini. Hjalmar Petersen, málfrøðingur fer at greiða frá, hvussu føroysk høvuðssagnorð kunnu myndast. Hjalmar hevur tað seinasta árið verið á Yale universitetinum í USA, har hann hevur granskað og kunnað seg um teirra arbeiðshættir og ástøði. Hjalmar fer aftur til USA 29. august.

Gingið kann vera út frá tveimum stovnum av høvuðssagnorðum: einum einstavilsistovni eins og bít-, og einum tvístavilsistovni eins og kalla-. Fyrilesturin tekur støði í teirri hugsan, at orð hava nakrar eiginleikar goymdar í sær í tí mentala leksikoninum, sum er okkara inn-bygda orðabók í heilanum. Hesir eginleikar eru avgerandi fyri, um vit t.d. fáa endingina -ur (sum í bítur) ella r (sum í kallar).

Hildið verður, at tað mentala leksokonið er soleiðis innrættað, at tað goymir stovnarnar, og málførleikin í heilanum finnur tær røttu endingarnar at skoyta uppí. Endingarnar eru reglustýrdar av málførleikanum, men avljóðarøðini í teimum sterkt bendu sagnorðunum mugu vit bara minnast. Psykolingvistiskar kanningar benda á hetta.

Greiningin byggir á tankar hjá tí kenda amerikanska málvísindamanninum Chomsky. Eisini verður nomið við, at endingar ikki hava nakað innihald, men bert verða nýttar funktionelt. Greitt verður frá vantandi persónsbending í fleirtali og í tátíð, og at enda verða sagnorð av slagnum rógva og doyggja viðgjørd.

Fyrilesturin verður hildin í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð mikukvøldið 26. august kl. 20.00.


v. Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetrið

John Dalsgarð