Fyrilestur um Glyvraskrivaran í Løkshøll

Í morgin klokkan 16 skipar heldur Maria Jacobsen fyrilestur um Niels Jacobsen, sorenskrivara. Tað er Ættarbandið, sum skipar fyri. Aftur í ár fer felagið hjá ættargranskarum, Ættarbandið, at skipa fyri almennum fundi. Hvørt ár hesi seinastu tíggju árini hevur felagið skipað fyri almenum fundum, við fyrilestrum um ávísar søguligar persónar.

Í ár fer Maria Jacobsen at hava fyrilestur um Niels Jacobsen, sorenskrivara, vanliga nevndur Glyvraskrivarin (1624-1690) tí hann búði á Glyvrum. Pápi hansara Jacob Pedersen Morsing var dani og hann sigst at hava búð á Glyvrum, hann verður ofta nevndur sum ?Den rige guldsmed?.

Niels Jacobsen var giftur Onnu Hansdatter og áttu tey átta børn, og ættin var ógvuliga stór aftan á tey.

Fyrilesturin sum kallast, Niels Jacobsen (Glyvraskrivarin) og ætt hansara, verður í Løkshøll í Runavík leygardagin 18 september klokkan 16. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Í nevndini í Ættarbandinum eru:

Maria Jacobsen, Glyvrar, form.

Elin Midjord, Tórshavn, næstform.

Katrin Mørkøre, Eiði, kassameistari.

Jóna Lindenskov, Tórshavn, skrivari.

Andras Joensen, Tórshavn, nevndarlimur