Fyrilestur um tabu-sjúkur

Føroyar eru hart raktar, og Colitis-Crohn Føroyar vil upplýsa um hesar ósjónligu sjúkur.

Colitis-Crohn Føroyar fer at skipa fyri fyrilestri í skúlanum á Trongisvági mikukvøldið 30. oktober klokkan 19.

 

Tað verður Kári R. Nielsen, yvirlækni og serlækni í gastroenterologi,  sum fer at fortelja um ymiska heilivágin, ið verður brúktur til tarmsjúkurnar colitis ulcerosa og morbus crohn.

 

- Sjúkurnar raka ymiskt, og tí er tað eisini ymiskt, hvat slag av heilivági verður brúktur.

 

Colitis-Crohn Føroyar leggur aftrat, at Føroyar eru hart raktar av sjúkunum, og vilja tey tí upplýsa um hesar ósjónligu sjúkur, ið eru nógv eyðmerktar av tabu.

 

- Eisini verður kunnað um nýggjastu granskling á økinum. Føroyar eru partur av altjóða gransking á økinum, sum Kári R. Nielsen er partur av, sigur Colitis- Crohn Føroyar.