Fyrilestur um undirvatnsmyndatøku

Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið skipa fyri almennum fyrilestri um undirvatnsmyndatøku.

Fyrilestrahaldari er Helgi Winther Olsen, sum fer at tosa um sínar royndir við myndatøku undir vatni. Hann hevur nógvar spennandi og stuttligar upplivingar at siga frá.

Serliga hevur hann áhuga fyri bergággum (nøgensnegle), og millum annað fer hann at samanlíkna myndir av bergággum í Føroyum og aðrastaðni í heiminum. Í millum støðini, hann hevur vitjað, eru Australia, Mozambique og Miðarhavið.
Møguleiki verður at seta Helga spurningar eftir fyrilesturin.

Fyrilesturin verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð hósdagin 14. okt. kl 20.00.