Farna týskvøld høvdu fólk høvið at hoyra norska søgugranskaran Bård Frydenlund greiða frá spennandi politisku stórhendingunum fyri 200 árum síðani. Bård Frydenlund hevur granskað og hevur stóra vitan um tað, sum hendi undan og eftir 17. mai 1814, og hevur latið úr hendi hópin av greinum og fakbókum um evnið. Í sambandi við 200 ára hátíðarhaldið fyri grundlógina, gevur norska Gyldendal-forlagið í mai út bókina hjá Frydenlund, “Spillet om Norge – Det politiske året 1814”.
Tað var Norrøna felagið, sum skipaði fyri tiltakinum, sum var í Klingruni í Norðurlandahúsinum.
Í fyrilestrinum kom norski søgufrøðingurin eisini inn á viðurskiftini, sum gjørdu, at donsku ognirnar í Norðuratlantshavi ikki vóru við í býtinum við svenska kongin.
Ein søgufróur maður, sum hevur fingið nógv burturúr fyrilestrinum hjá Bård Frydenlund er Zacharias Wang. Fyri nøkrum døgum síðani bar Zacharias Wang fram hesar viðmerkingar til fyrilesturin: – Tað merkisverda var, at norski søgumaðurin hevði eina heilt aðra áskoðan um hendingarnar tá enn ta, sum danskir søgumenn bera fram.
Zakarias Wang vísir á, at Bård Frydelund segði uttan himpr, at tað, sum tá hendi var, at Noregs ríki varð deilt í tvinnar lutir. Annar fór saman við Svøríki, hin parturin, Grønland, Føroyar og Ísland, helt fram við at vera saman við Danmørk.
– Danskir søgumenn føra sum kunnugt nakað heilt annað fram. Teir siga, at oyggjarnar í Norðurhøvum als ikki hoyrdu til Noregs ríki, men vóru felags ogn hjá Noreg og Danmørk.
– Einki er í søguligu keldunum, sum stuðlar danska uppáhaldið. Hetta er nakað, sum teir hava funnið uppá av tí, at teir eru hart sperdir av Grønlandi og Føroyum, sum hava alt ov gott um at halda um so er, at tað kemur til skarpskeringar millum okkum og Danmørk, sigur Zakarias Wang.
Nú kann ein og hvør søguhugaður hoyra og síggja fyrilesturin hjá Bård Frydenlund á YouTube. Tað verður gjørt við at trýsta á hesa leinkjuna: http://www.youtube.com/watch?v=1qzE-H4soR4