Fyrileystrar í Finsen Tórshavn

Tíðindaskriv:

 

Vinafelagið Føroyar – Ísrael bjóðar í kvøld tann 18. september kl. 19:00 til fyrileystrar í  Finsen í Tórshavn.

 

Umboð frá Jewish Agency, sum arbeiðir við neyðhjálp til familjur raktar eru av yvirgangsatsóknum, koma at leggja fram.‍

 

Raz, hevur starvast í felagsskapinum yvir 17 ár og hon er leiðari á "Victims Fund of Terror", sum veitir bráðfeingis- og langtíðar stuðul til einstaklingar og familjur, raktar av yvirgangi.

 

Fyrileysturin lýsir arbeiðið á staðnum og skipanina kring neyðhjálp og stuðul.

 

Tiltakið er skipað í samstarvi við Keren Hayesod, sum Vinafelagið Føroyar – Ísrael hevur samstarvað við í nærum 20 ár.

 

Øll sum hava eitt hjarta fyri Ísrael eru vælkomin at luttaka og fáa innlit í skipanirnar, sum verða nýttar í arbeiðinum.

 

Løgreglan tryggjar øki, soleiðis at fólk kunnu trygt koma og fara!

 

 

 

Vinafelagið Føroyar-Ísrael