Sambandsflokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin við Danmark.
Fyri okkum sambandsfólk er felagsskapurin við Danmark meir enn bara krónur og oyrir. Londini bæði hava verið í felagsskapi í fleiri hundrað ár, og hetta eru bond, sum ikki kunnu kvettast. Bæði kanningar í Føroyum og í Danmark vísa, at fólkini í báðum londum vilja varðveita og styrka felagsskapin millum londini bæði.
Í tí støðu, sum vit eru í dag, hava føroyingar danskan ríkisborgaraskap, sum merkir, at vit kunnu virka á jøvnum føti við aðrar danskarar í Danmark. Hetta kom sera væl við hjá okkum í kreppuárunum, tá umleið 15 % av okkara landsmonnum leitaðu sær til Danmarkar at fáa arbeiði, tí pláss var ikki fyri teimum her.
Vit kunnu fara niður at fáa okkum eina útbúgving í Danmark, og í dag fara umleið 95% av øllum føroyingum, sum fara uttanlands at lesa, til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Lesandi føroyingar í Danmark fáa lestrarstuðul og fáa eisini íbúðarstuðul, sum ger, at leigan er bíligari. Tær ungu føroysku barnafamiljurnar fáa eisini ein eykastuðul fyri hvørt barnið.
Á sjúkrahúsøkinum hava vit eitt fyrimyndarligt samstarv við Ríkis-sjúkrarhúsið, tá í sjúka rakar onkran av okkara. Danmark hevur eitt vælútbygt sjúkrahúsverk, sum vit hava stóra gleði av.
Nógvir av okkara yvirmonnum eru á brúnni og í maskinrúmunum á tí danska handilsflotanum.
Tað er ógvuliga ilt at meta um, hvussu nógvir føroyingar búgva í Danmark í dag, men taka við aðru generatión við, so er talið møguliga 25.000. Vit vilja ikki slíta bondini til okkara landsmenn í Danmark.
Onnur viðurskifti knýta okkum at danska samfelagnum. Á mangan hátt hava vit felags søgu og mentan. Navnframir danskarar sum Grundtvig, Brockmann, Brorson, Ingemann og Bech hava havt stórt árin á okkara samfelag, sum hevur verið gagnligt fyri Føroyar.
Uttanríkismál, politimál og løgreglumál eru mál, sum ríkismyndugleikarnir enn umsita fyri okkum, og eru hesi mál væl umsitin og eru ikki knýtt at heildarveitingini.
Heildarveitingin ella blokkurin úr Danmark er í dag umeið 634 milliónir og taka vit hini málini við, er hetta umleið kr. 840 milliónir. Enn einaferð skal eg undirstrika, at undanfarna loysingar samgonga, hevur skorið blokkin við kr. 366 milliónum, og yvirir fýra ár er hetta tal umleið 1,5 milliard, so skjótt verður talið 366 milliardir.
Vilt tú varðveita ríkisfelagsskapin á núverandi støði við vælferðarsamfelagnum Føroyar - og tað vilt tú -, so er bert ein flokkur, sum kann hjálpa tær við hesum, og tað er við at velja lista B - Sambandsflokkinum..