Miðfirring
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, hevur enn einaferð skotið upp fyri Løgtinginum, at umsitingin av Stransferðsluni verður flutt til Suðuroyar.
Hann sigur ætlanin er at byggja eina farstøð á nýggju samferðsluhavnini og hann mælir nú til, at tað arbeiðið verður víðkað, so at tað eisini umfatar høli til umsitingina hjá Strandferðsluni.
Hann heldur, at tá enn ikki er farið undir farstøðina, er tað eitt sjálvsagt høvi til at víðka verkætlanina, fyri at gera tað so kostnaðarleyst sum til ber.
Hergeir Nielsen sigur, at tá ið undisjóvartunnilin undir Leirvíksfirði er komin, fer øll tann umsitingarliga tyngdin á Strandferðsluni, at viðvíkja Suðuroynni.
Og hann ivast ikki í, at tað stendst ein beinleiðis rakstrarfyrimunur av at flyta alla umsitingina av Strandfaraskipum Landsins nærri tí stóra talinum av brúkarum. Samtundis vildi hetta givið lokalsamfelagnum fleiri viðkomandi størv, samstundis sum hann heldur, at tænastustøðið verður hækkað munandi.
Hann vísur á, at verður umsitingin flutt í ein bygning í Suðuroy, slepst eisini undan leiguútreiðslum til ein umsitingarbygning í Havn.
Hann metir at tilsamans fara farstøðin og umsitingarbygningurin at kosta einar átta milliónir.
Saman við tí, sum er brúkt og játtað higartil, verður neyðugt at seta fimm milliónir av á næstu fíggjarlóg