Fyrireika seg til at taka ímóti flóttafólki í Føroyum

Leitað verður nú eftir føroyingum, sum eru sinnaðir at hjálpa flóttafólkum

Reyði Krossur Føroya er farin undir arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan, sum kann setast í verk, skuldu vit komi í ta støðu, t flóttafólk koma til Føroya, um tað skuldi verið í dag ella einaferð í framtíðini.  Við hesum sambandi fara tey at kannað, hvussu privatfólk, og privatar fyritøkur, kunnu veita hjálp ella stuðul til flóttafólk í samstarvi við Reyða Kross. 

 

Sum liður í at gera hesa tilbúgvingarætlanina, hugsar Reyði Krossur sær, at tríggjar flóttafólkafamiljur eru komnar til Føroya. Síðani kanna tey, hvussu Reyði Krossur kann hjálpa til at vegleiða, og nøkta bráðfeingistørvin hjá hesum fólkum. Her verður hugsað um at fáa tak yvir høvdið, mat og klæði, heilsukanning, tulkatænastu, sálarfrøðiliga hjálp o.a. 

 

– Við hesum fær Reyði Krossur eina hóming av, hvussu tað verður at gera hetta arbeiði í verki, og hetta er týðandi vitan at savna inn í samband við arbeiðið at fyrireika tilbúgvingarætlanina.

 

 Harafturat verður eitt hjálparnetverk fyri flóttafólk, nevnt Flóttahjálpin sett í verk. Her kunnu privatfólk, felagsskapir, og privatar fyritøkur, tekna seg at verða, antin sjálvboðin, ella samstarvspartar í Flóttahjálpini. Sostatt fær Reyði Krossur longu nú ment eitt netverk av sjálvbodnum og samstarvspørtum, ið gerast partur av tilbúgvingini hjá Reyða Krossi, og eru til reiðar at traðka til, skuldu flóttafólk komið til Føroya.

 

Tey, sum eru áhugað, kunnu melda seg til hjá Reyða Krossi. Tey siga, at eftir ætlan verður tann nágreiniliga tilbúgvingarætlanin løgd fram mitt í desember.