Tað er rættiliga ringt veður kring landið í dag og tað kann darva samfersluni.
Í hesum sambandi boðað Strandferðslan frá, at veðrið er so ringt, at fólk eiga at fyrireika seg upp á seinkingar og avlýsingar sum dagurin gongur, bæði hjá skipum og bussum.
Hetta samsvarar við veðurmátingar hjá Landsverki, sum boðar frá nógvum vindi kring alt landið, frá 25 metrum, upp í 35 metrar um sekundið í hvirlunum.
Mesti vindurin er sunnanfyri, har hann er 35,1 metrar um sekundið á Fámjinsvegnum.
Í norðaru helvt í Suðuroy er veðrið so ringt, at skúlin í Hvalba hevur sent børnini heim í morgun.
Tað verður at kalla sama veðrið, við hørðum stormi av suðri og útsynningi í allan dag og í kvøld og tað verður ikki fyrrenn í nátt, at hann hæsar av aftur.