Tað var ikki smávegis avrik, tá tað fyrst í november eydnaðist U23-monnunum at vinna sín Challenge Trophy-bólk, sum varð spældur í írska býnum Limerick, har Føroyar kappaðust við Georgia, Írland og Ongland. Føroyar vunnu stórt á Írlandi og Onglandi og vunnu at enda 23-21 á Georgia.
Hetta merkti, at føroyska U23-landsliðið kom í ta stóru Challenge Trophy-finaluna, sum hesa ferð verður spæld í Pionir Arena í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd, leygardagin 21. januar, sum er samstundis sum EM-endaspælið er har. Mótstøðuliðið verður Moldova, sum vann hin bólkin, sum varð avgreiddur á Malta í november.
– Vit eru allir fegnir um at hava vunnið okkum í finaluna, sum verður ímóti Moldova, ið vann hin bólkin. Tað verður ein minst líka spennandi og krevjandi dystur, tí Moldova er helst eitt lítið vet sterkari enn Georgia, so vit skulu veruliga spíla okkum út, tá vit møta moldovum í finaluni, segði annar av venjarunum, Dia Midjord, tá bólkasigurin var komin til høldar.
– Eisini fegnast vit um, at okkara U23-landslið kann fáa ein sovorðnan sigur á leiðini, sum vit nú fingu um vikuskiftið, tí tað er hugaligt, tá vit arbeiða við at byggja nakað upp.
Fleiri venjingar
Fyrireikingarnar til finaluna í Beograd eru í gongd, og síðstu dagarnar hava tilsamans 18 spælarar verið til venjing, harav tríggir málmenn. Framvegis eru nakrar venjingar eftir enn, áðrenn endaliga úttøkan verður gjørd, tí tann 15. januar gera venjararnir av, hvørjir 12 útispælarar og tveir málmenn sleppa við til finaluna.
Í gjárkvøldið spældi U23-landsliðið ein venjingardyst ímóti einum væl mannaðum úrvalsliði, og hesin dystur endaði 35-35. Men har fingu venjararnir sæð spælararnar í dysti, umframt at onkrar testir eru tiknar hesar dagarnar, bruttohópurin hevur verið samlaður eftir jól.
Nú er so ætlanin, at U23-landsliðið skal venja tvey fylgjandi mánakvøld, fyrst 2. januar í Vestmanna og síðani 9. januar í Kollafirði, og haraftrat verður so vant bæði mánadag og týsdag í tí vikuni, sum liðið fer av landinum hósdag, fyri síðani at spæla finaluna í Beograd leygardag.