Frá 30. juli og fram til 6. august verður NM kapping fyri U 17 landslið í fótbólti í Føroyum.
Pætur Clementsen og Finn Johannesen, U17 landsliðsvenjarar, hava í eina tíð havt úttøkuvenjingar. Frá 16. og fram til 23. juli skal liðið luttaka í kapping í Aberdeen, og í vikuni hava teir ájtan, sum skulu umboða Føroyar í Aberdeen, fingið boð.
Teir boðsendu eru Hans Jørgensen og Erland Berg Danielsen, SKÁLA, Sámal J. Djurhuus, FS Vágar 2004, Viljormur Davidsen, Heri Nesá, Klæmint Olsen, Karl Løkin, Jóhan Símun Edmundson, Petur Meinard Magnussen og André Olsen, NSÍ, Rógvi Holm, AB, Gunleif Olsen, TB, Andrias Ellingsgaard, Eli Simonsen og Páll Klattskarð, KÍ, Erling Jacobsen, GÍ, Sjúrður Thomassen, B36, og Gunnar Thomsen HB.