Eftirmeting
Seinastu seks av teimum áttu árunum, sum Allan Simonsen hevur verið føroyskur landsliðsvenjari, hevur Jógvan Martin Olsen av Toftum verið hjálparvenjari.
Hevur lært okkum nógv
Tí er hann kanska tann persónurin, sum hevur verið mest knýttur at Allani Simonsen, og tá vit mánamorgunin spurdu hann, hvat hetta hevði givið honum, sigur Jógvan Martin, at tað fyrst og fremst er í fyrireikingararbeiðinum, at styrkin hjá Allani hevur ligið.
- Sjálvandi hevur hetta givið mær eitt innlit í landsliðsarbeiði, sum eg annars ikki hevði havt, men men fyrst og fremst haldi eg, at Allan hevur lært okkum at hyggja øðrvísi at teimum avbjóðingum, sum altjóða fótbóltur gevur okkum.
- Hann hevur alla tíðina lagt sera stóran dent á fyrireikingarnar, og her hevur einki verið latið til tilvildina. Hetta hevur gjørt, at órógvandi elementini í landsliðsarbeiðinum hava verið ógvuliga fá. Hvør einasti persónur í ferðalagnum hevur kent sína uppgávu, og við at leggja alt í slíkar rutinur, hevur hann lyft fyrireikingarnar upp á eitt nógv meira professionelt støði.
- Til dømis kann nevnast fyribrigdið, tá leikarar hava onkrar smávegis snuddir. Í Føroyum er tað aloftast soleiðis, at tú tá sigur venjaranum frá, fyri at vita, hvat skal gerast. Her havur Allan alla tíðina havt ta greiðu støðu, at hetta er ikki hansara borð. Er leikari skaddur, re tað lækni og fysioterapeutur, sum tú skalt tosa við, og soleiðis hevur tað verið í øllum viðurskiftum kring liðið.
Fakligi førleikin
Sjálvur hevur Jógvan Martin tikið tey venjaraskeiðini, sum FSF í samstarvi við DBU hevur boðið føroyskum venjarum, og spurdur, um Allan eisini hevur givið sær fakligan íblástur, sigur Jógvan Martin, at tað hevur verið í nógv minni mun.
- Nú er tað avmarkað, hvørjar royndir eg havi sum venjari, men eg haldi meg kunna siga, at tað ikki var á hesum økinum, at styrki hansara lá. Tað var nú heldur ikki nakar veikleiki, men styrki hansara lá avgjørt í fyrireikingunum, og eg haldi heilt víst, at framgongdin, sum Føroyar hava havt seinnu árini fyrst og fremst er íkomin, tí leikararnir hava verið nógv betri fyrireikaðir.
- Sjálvsagt eru leikararnir eisini betri fyri nú, men hetta er eitt arbeiði, sum verður gjørt úti í feløgunum, tó at Allan eisini hevur viðvirkað til, at fótbóltsárið hjá okkum er longt við hálvum øðrum mánaði hesi árini.
At enda spurdu vit Jógvan Martin, um hann hevði nøkur góð ráð til FSF, nú teir skulu til at leita sær eftir nýggjum venjara, men tí spurninginum helt komandi NSÍ-venjarin seg langt burtur frá at svara.
- Handan spurningin haldi eg, at tú skalt seta onkrum øðrum persóni, segði Jógvan Martin Olsen at enda.